Submitted by Jóna Maria on Sat, 18/01/2025 - 12:30
Síðsta sunnukvøld var sera góður dansur, rímiliga nógv fólk møttu bæði í vaksna og barnadansin, hóast ringa veðrið.
Submitted by Jóna Maria on Sat, 18/01/2025 - 12:16
Barnadansurin byrjaði aftur síðsta sunnukvøld. Nógv børn møttu og tey hugnaðu seg óført:) Poppcornmaðurin var og vitjaði, og hann kemur aftur nú sunnukvøldið:)
Submitted by Jóna Maria on Tue, 07/01/2025 - 15:58
Submitted by Jóna Maria on Sat, 04/01/2025 - 11:17
BARNADANSURIN Í TØKUM LÆTT BYRJAR AFTUR SUNNUKVØLDIÐ TANN 12. JANUAR KL. 18.30
Í samband við 13. kvølds dansin í Sjónleikarahúsinum í kvøld verður ongin dansur í Skansastovu í morgin tann 5. januar.
Submitted by Jóna Maria on Fri, 03/01/2025 - 00:09
Nú nærkast okkara 13. kvølds dansur og fyrireikingarnar eru nógvar. Leygardagin 4. januar kl. 14 møtast vit í Sjónleikarahúsinum, tá hava vit brúk fyri bæði kvinnum og monnum at smyrja breyð og seta borð upp. Um vit eru líka nógv sum onnur ár, so plaga vit at orna alt uppá umleið ein tíma.
Submitted by Jóna Maria on Wed, 01/01/2025 - 13:28
Nú hava somikið av fólki hava teknað seg til dansikvøldið í Dali, at vit máttu leiga ein stóran buss. So nú er nokk av plássi í bussinum:), og tit, sum hava hug at koma við, eru vælkomin. Bussurin koyrir frá rennibreytini kl. 18.
Submitted by Jóna Maria on Sat, 28/12/2024 - 22:21
Almennur nýggjársdansur verður í Dali 01.01.2025 kl. 19.00 – 01:00.
Submitted by Jóna Maria on Sat, 28/12/2024 - 22:19
Føroyski dansurin 2. jólakvøld á Reinsarínum var sera væl vitjaður. Har streymaði fólk til alt kvøldið, og har vóru fleiri góður skiparir, og dansurin gekk so lystiliga til langt út á náttina. Tað var eisini hugaligt at síggja at tað var ein góð blanding av bæði ungum og tilkomnum. Vit í Tøkum lætt eru sera takksom fyri, at so nógv fólk stuðla tiltakinum og vísa føroyska dansinum áhuga:)
Submitted by Jóna Maria on Fri, 13/12/2024 - 12:14
Submitted by Jóna Maria on Sun, 08/12/2024 - 12:36
Pages