DANSIVETURIN ENDAR!

Hey tit, nú hevur verið sera nógv á skránni hjá okkum í síðstani, og enn manglar endabresturin. Eg veit, at nógvir av okkara limum fara í Reinsaríið leygarkvøldið at lurta eftir finalu í kvæðakappingini. Og enn fleiri ætla sær í føstulávintsdansin aftaná. Sunnukvøldið er okkara seinasta dansikvøld í Skansastovu í ár, vónandi fáa vit eitt ordiliga gott og hugnaligt kvøld við góðum dansi! Á skránni er seinna helvt av Hábarðs vísu, og vit enda sjálvandi við at telja jólini uppá allar møguligar mátar, tað plagi at vera sera festligt:) Eg rokni eisini við, at vit kvøða Rudisar vísu og Godnat og farvel (kemur eitt sindur ann uppá hvør skipari er til staðar) Føstulávintsmánadag endar so dansiveturin, tá er eisini nakað á skránni, tað skrivi eg um í morgin ella í ovirmorgin:)
Tags: