Submitted by Óli A. Reinert ... on Tue, 29/11/2016 - 11:56
Seinasti barnadansurin áðrenn jól verður í Skansastovu 4. decembur klokkan 19. Í hesum sambandi verður gjørt eitt sindur meira burtur úr kvøldinum. Skipað verður fyri jólahugna, har børnini og onnur fáa okkurt gott undir tonnina, og sungnir verða jólasangir.
Submitted by Óli A. Reinert ... on Wed, 16/11/2016 - 14:42
Ársveitslan hjá Tøkum Lætt verður í kappróðrarneystinum á Argjum leygarkvøldið 19. novembur. Fólk møta kl. 19 og farið verður til borðs kl. 19.30.
Submitted by Jóna Maria on Mon, 24/10/2016 - 13:57
Barnadansurin er byrjaður, vit hava longi dansað 2 kvøld! Tað fyrra kvøldið vóru ikki so nógv fólk, tí fyri tað fyrsta var tað í endanum av heystferiuni, og fyri tað annað vóru enn komfirmatiónir á skránni. Men tað seinna kvøldið vóru sera nógv børn og vaksin møtt, tað var ordiliga stuttligt:) Vit dansa aftur komandi sunnukvøld kl. 19 og annars hvørt sunnukvøld líka til føstu. Ein skrá verður løgd út her á heimasíðuna heilt skjótt.
Submitted by toekum_laett on Tue, 18/10/2016 - 08:51
Ársaðalfundur okkara varð hildin í Skansastovu tann 9. oktobur og væl av fólki var møtt.
Randi og Jóna stóðu fyri vali og vóru afturvaldar. Nevndin er sostatt tann sama, við Andreasi sum formanni, Randi kassameistara og Jónu skrivara.
Í eykanevndini var ein broyting. Helena bar seg undan, og í hennara stað kom Malan Hilmarsdóttir.
Submitted by Jóna Maria on Sat, 15/10/2016 - 13:32
Nú kvøldini gerast myrk og long fer føroyski dansurin aftur í sving. Felagið Tøkum Lætt bjóðar øllum áhugaðum at vera við. Miðjað verður eftur, at hava skránna so fjøltáttaða sum møguligt við styttri vísum og tættum aftrat teimum longu kvæðunum. Tiltakið er sostatt bæði fyri roynd og óroynd. Dansað verður nú sunnukvøldið tann 16. oktober kl. 20 í Skansastovu, Djóni í Geilsgøta 1.
Barnadansurin byrjar sama kvøldið kl. 19.
Øll eru hjartaliga vælkomin:) NEVNDIN
Submitted by Óli A. Reinert ... on Wed, 12/10/2016 - 23:42
Aðalfundur var í Tøkum Lætt 9. oktobur, og tey, sum stóðu fyri vali, vórðu afturvald. Nevndin í Tøkum lætt er sostatt hin sama við Andriasi sum formanni, Randi sum kassameistara og Jónu sum skrivara.
Submitted by Óli A. Reinert ... on Sat, 08/10/2016 - 13:57
Árligi aðalfundurin hjá Tøkum Lætt verður sunnukvøldið 9. oktober klokkan 20 í Skansastovu. Skráin verður sambært viðtøkum felagsins.
Á fundinum verður eisini kunnað um ymisk tiltøk, ið ætlandi vera á skránni hjá felagnum í vetur. Eftir fundin verður hugnaligt prát afturvið einum drekkamunni, og síðani verður farið upp á gólv eina løtu.
Submitted by Óli A. Reinert ... on Fri, 06/05/2016 - 23:38
Tey, sum ætla sær við til landsdansistevnuna í Klaksvík, kunnu fara í dans á Reinsarínum sunnukvøldið 8. mai, har dansað verður saman við eysturoyingum og saman við dansifelag Kaggans. Gøtuskeggjar verða sjálvsagt á skránni, men eisini verður høvi at kvøða onnur kvæði, so hetta kann væl gerast eitt gott dansikvøld.
Dansurin byrjar kl. 20, og heitt verður á fólk um at møta stundisliga, helst áðrenn gestirnir koma.
Matarsteðgur verður við kaffi og køkum og hugnapráti.
Annars eru øll vælkomin í dans.
Submitted by Jóna Maria on Tue, 19/04/2016 - 20:18
Kl. 16,30: Dansifeløgini møtast í Vágstúni har vit kvøða 1 ella 2 stuttar vísur, síðani ganga vit niðan í Skálan, Bøgøta 11. Um veðrið ikki er til vildar, møtast vit í Skálanum í staðin fyri. Skálin er opin frá kl. 16, har vit fáa útflýggja atgongumerkini. Borðhaldið verður kl. 18 í Badmintonhøllini (liggur beint niðanfyri Skálan). Aftaná borðhaldið verður farið í Skálan at dansa, har kunnu vit eisini keypa drykkivørur. Kl. 02,00 verður morgunmatur í Badmintonhøllini.
Submitted by Jóna Maria on Sat, 16/04/2016 - 23:44
Sum tit vita, fara Tøkum Lætt og Eysturoyar Dansifelag at kvøða Gøtuskeggjar saman á Landsdansistevnuni í Klaksvík tann 21. mai. Hesi tvey dansifeløgini hava tí planlagt at kvøða saman og venja kvæðið 2 kvøld, tann 24. apríl og tann 8. mai. Komandi sunnukvøld tann 24. apríl fara vit so við bussi inn í Eysturoynna at dansa saman við teimum. Hetta verður sum eitt vanligt dansikvøld hjá okkum, har vit fara at kvøða Gøtuskeggjar, sjálvsagt. Men pláss verður eisini fyri nógvum øðrum, so hetta verður uttan iva eitt gott dansikvøld. Bussurin koyrir frá Skansastovu kl.
Pages