Submitted by toekum_laett on Mon, 05/10/2015 - 10:24
Barnadansurin hjá okkum byrjar sunnukvøldið tann 18. oktober kl. 19, øll eru vælkomin.
Submitted by Jóna Maria on Wed, 03/06/2015 - 19:54
Í samband við Norðoyarstevnuna og tiltakið hjá Sláið Ring um Kópakonuna ætla vit í Tøkum Lætt at fara til hetta tiltakið, sum verður fríggjadagin 5, juni. Vit hava matpakka við og hugna okkum eina løtu áðrenn tiltakið byrjar.
Submitted by Jóna Maria on Wed, 15/04/2015 - 15:58
Dansikvøld saman við Norðstreymoyingum og Vága dansifelag í Kvívík
Submitted by Jóna Maria on Sun, 12/04/2015 - 12:11
2. Páskakvøld byrjaðu vit aftur at dansa sum vit plaga, hesa ferð var tað tó á Reinsarínum. Tað riggaði væl, hampiliga nógv af fólki og góður dansur.
Submitted by Óli A. Reinert ... on Wed, 18/02/2015 - 19:57
Føstulávintsmánakvøld varð dansað á Reinsarínum. Dansurin byrjaði stutt eftir kl. 9 um kvøldið og endaði eitt sindur eftir midnátt. Væl av fólki møtti til dansin, og sigast kann, at hann hepnaðist væl. Úr rúgvuni av kvæðum, ið vórðu kvøðin, kunnu nevnast Regin smiður, Harra Pætur og Elinborg, Sigmunds kvæði yngra, Leivur Øssursson, Ólavur Riddararós, Brestis kvæði, Gudbrands kvæði og onnur.
Submitted by Jóna Maria on Sat, 31/01/2015 - 12:36
Vit dansa í Skansastovu nú sunnukvøldið 1. februar. Skráin hjá okkum er blivin eitt sindur órógvað vegna sjónvarpsupptøkurnar. Vit ætla fyrst at taka tað, sum stendur á skránni fyri kvøldið, men fara eisini at royna at taka afturí tað, sum ikki er blivið kvøðið hesar seinastu vikurnar.
Submitted by Jóna Maria on Sat, 31/01/2015 - 12:15
Barnadansistevnan verður komandi leygardag 7. februar í Leirvík. Bussarnir koyra frá Skansastovu kl. 8. 45, stevnan byrjar kl. 10. Barnadansur verður nú sunnukvøldið 1. februar kl. 19, tá fáa tit meira at vita. Av tí at dansistevnan er 7. februar, er skráin hjá barnadansinum broytt eitt sindur. Síðsta dansikvøld, sum skuldi vera 15. februar verður í staðin fyri 8. februar. Vit ætla at gera eitt sindur burturúr, fólk fáa pizza og annað gott:)
Submitted by Óli A. Reinert ... on Sun, 04/01/2015 - 20:15
Aftur í ár skipar Tøkum Lætt fyri trettanda dansi í sjónleikarahúsinum. Dansurin verður leygarkvøldið 10. januar og byrjar kl. 10.
Tá liðið er eitt sindur á náttina verður matur at fáa, har tað ber til at njóta ein drekkamunn við smurdum breyði afturvið.
Hetta er eitt afturvendandi tiltak, ið vanliga er væl umtókt millum dansifólk. Sum kunnugt, so er 13. kvøld jóla 6. januar, sum í ár er týsdagur. Tær modernaðu tíðirnar gera tað tó næstan ómøguligt at hava dans mitt í vikuni, so tí verður dansurin eitt leygarkvøld.
Submitted by Jóna Maria on Tue, 23/12/2014 - 16:18
Vit dansa sum vant 2. jólakvøld í Skansastovu. Vit hava onkuntíð roynt at byrjad kl. 21, men tað vísir seg, at fólk koma ikki fyrr enn seinni allíkavæl. Tí fara vit aftur til tað vanliga hjá okkum, sum er kl. 22. Tað liggur so væl fyri í ár, tí 2.
Submitted by Jóna Maria on Thu, 11/12/2014 - 13:52
Sjónvarpið fer at gera upptøkur av føroyskum dansi tann 24. januar 2015. Tøkum Lætt og Dansifelag Kaggans hava avgjørt at dansa og kvøða saman til hesar upptøkurnar.
Pages