Latið inn hevur toekum_laett hin Mik, 02/11/2022 - 20:23
Tórshavn 25. 10. 2022
Góðu limir
Ársaðalfundur okkara varð hildin í Skansastovu tann 16. oktober og væl av fólki møtti upp til fundin.
Randi og Jóna stóðu fyri vali, men aftaná nógv ár í nevndini valdi Randi at gevast sum kassameistari. Vit fara at takka Randi fyri tað stóra arbeiði, hon hevur gjørt fyri Tøkum lætt í so mong ár. Ólavur Lydersen, sum hevur verið eykalimur í nøkur ár, loysir nú Randi av. Nevndin er nú Andreas, Jóna og Ólavur.
Latið inn hevur Jóna Maria hin Týs, 18/10/2022 - 10:35
Barnadansurin byrjar aftur sunnukvøldi 23.10.2022. Vit dansa frá 18.30 og umleið ein tíma fram.
Latið inn hevur Jóna Maria hin Mán, 17/10/2022 - 20:29
Felagið Tøkum Lætt bjóðar øllum áhugaðum at vera við.
Latið inn hevur Jóna Maria hin Mán, 17/10/2022 - 13:35
Vit dansa komandi sunnukvøld tann 23. oktober kl. 19,30 og skráin er:
Stríðið á Húnalandi 1 – 33
Sigmundsvísa (Blandt Hedenold)
Bjarnabani
Latið inn hevur Jóna Maria hin Ley, 15/10/2022 - 13:28
Sunnudagin 16. oktober kl. 20 verður aðalfundur í Tøkum lætt. Dansað verður aftaná.
Ætlanin er at kvøða: Tróndar kvæði, Grimmer går på gulvet og De røvere tolv. Annars er orðið frítt:) Lýst verður í næstum við barnadansinum. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Latið inn hevur Óli A. Reinert ... hin Sun, 09/10/2022 - 14:41
Í hesum døgum eru mangir av okkara limum burturstaddir. Harumframt eru konfirmatiónir, og rokast verður við fjall og fletting. Tað eru tí so mong, ið ikki kunnu koma í dans í kvøld. Tí er dansurin í kvøld avlýstur.
"Nú er tíð til frið at venda, kasta jarn og stál..."
Latið inn hevur Óli A. Reinert ... hin Mik, 05/10/2022 - 22:19
Dansur verður í Tøkum Lætt sunnukvøldið 9. Oktobur.
Dansurin byrjar klokkan 20:00, og ætlanin er at kvøða "Grimmar går på gulvet", "De røvere tolv" og Tróndar kvæði. Annars er orðið frítt.
Í matarsteðginum verður onkur søtur biti at leggja undir góman.
Aðalfundurin í Tøkum Lætt verður sunnukvøldið 16. oktobur.
"Kavaguva av fjøllum stóð, rok á firði mól..."
Latið inn hevur Jóna Maria hin Frí, 30/09/2022 - 19:48
Í sambandi við dansin koyrir bussur frá rennibreytini klokkan 21.00. Bussurin er ókeypis.
Latið inn hevur Óli A. Reinert ... hin Frí, 25/02/2022 - 14:34
Sunnukvøldið 27. februar verður barnadansur í Tøkum Lætt. Hetta er seinasti barnadansurin áðrenn føstuna, og øll eru vælkomin. Tekningarlisti til barnadansistevnuna liggur frammi, so høvi er at tekna seg til stevnuna.
Latið inn hevur Jóna Maria hin Mik, 23/02/2022 - 14:13
Nú leygarkvøldið 26. februar verður okkara seinasta dansikvøld áðrenn føstu. Í tí sambandi fara vit at hava eitt hugnakvøld í Skansastovu, tað byrjar kl. 19. Felagið bjóðar turran fisk og spik og eplir og vit fara eisini at smyrja drýl við rullupylsu.
Síður