Ð

eitt Ð ov nógv

Tags: 

Føðingardagurin hjá Sláið Ring

Tags: 

Trettandakvølds dansur 11.01.14

Eftir at hava smurt eina rúgvu av breyði og kókað enn fleiri egg til dansifólkið, hittust vit aftur í sjónleikarahúsinum um kvøldið, at dansa og kvøða.Vit hildu á til umleið kl. 4 , so kvøldið var gott.Nú leygarkvøldið fara vit aftur at dansa, tí Sláið Ring hevur boðið øllum dansifeløgum í sín 35 ára føðingardag.

Tags: 

Nýggjársdansur í Dali

Mynd: Óli A. Reinert á Geilini

Trettanda kvølds dansur í Sjónleikarahúsinum

Tags: 

35-ára føðingardagsveitslan hjá Sláið Ring 18 jan. 2014

 

Allarseinasti møguleiki at tekna seg til 35 ára føðingardagsveitsluna hjá Sláið Ring er nú sunnukvøldið 5. januar tá dansur verður í Tøkum Lætt. Tekningarlistin liggur frammi. 

Tags: 

Sláið Ring bjóðar í 35-ára føðingardagsveitslu 18 jan. 2014

 

Tags: 

Kvæðacruise 26. - 29. mai

Í mai 2014 verður aftur Kvæðacruise á skránni. Ferðin, Kvæðacruise, kom í lag gjøgnum samstarv millum Sláið Ring og Smyril Line. Tiltakið hevur verið einaferð áður, og eydnaðist tað so mikið væl, at tað við tað sama var avgjørt, at hetta skuldi verða eitt afturvendandi tiltak.

Tags: 

Ger kvetti, keyp Føroya Kvæði fyri einans kr 1000,-

Tags: 

Komandi dansikvøld 24/11-2013

 Komandi sunnukvøld tann 24. november er dansikvøld í Tøkum Lætt. Hetta verður eitt serligt kvøld, tí vit hava boðið dansifelag Kaggans at koma at dansa saman við okkum. Vit hava altið havt eitt serstakliga gott samarbeiði við Dansifelag Kaggans og lagt dansiskráina hvør eftir øðrum, eisini nógv tí, at vit hava fleiri felags limir. Men nú hendi so tað, at okkara dansukvøld  komu at verða sama kvøld, og tí hildu vit tað vera upplagt, at vit dansa saman hetta kvøldið.

Tags: 

Síður

Subscribe to Tøkum Lætt RSS