Barnadansistevna í Jyllandi
![Mynd: Óli A. Reinert á Geilini Mynd: Óli A. Reinert á Geilini](http://www.tokumlatt.fo/sites/default/files/styles/thumbnail/public/pictures/picture-59-1376166047.jpg?itok=GV4BqXA5)
Latið inn hevur Óli A. Reinert ... hin Mán, 19/04/2021 - 14:28
Í samband við barnadansistevnuna, sum ætlandi verður í Jyllandi í summar, verður skipað fyri fundi í Skansastovu leygardagin 20. mars. Fundurin verður klokkan 17.00.
Ætlanin við fundinum er millum annað at vita, hvussu stórur áhugin er fyri at fara til Danmarkar við børnunum. Tí verður heitt á øll, ið hava áhuga fyri hesum tiltaki, at møta á fundinum ella venda sær til Signhild Johannesen á telefon 22 13 36.
Her niðanfyri er eitt video frá Sláið Ring, har meiri fæst at vita um stevnuna.