Barnadansur

Mynd: Óli A. Reinert á Geilini

Barnadansur og jólahugni

 

Seinasti barnadansurin áðrenn jól verður í Skansastovu 4. decembur klokkan 19. Í hesum sambandi verður gjørt eitt sindur meira burtur úr kvøldinum. Skipað verður fyri jólahugna, har børnini og onnur fáa okkurt gott undir tonnina, og sungnir verða jólasangir.

 

Barnadansurin 2016-2017

Barnadansurin er byrjaður, vit hava longi dansað 2 kvøld! Tað fyrra kvøldið vóru ikki so nógv fólk, tí fyri tað fyrsta var tað í endanum av heystferiuni, og fyri tað annað vóru enn komfirmatiónir á skránni. Men tað seinna kvøldið vóru sera  nógv børn og vaksin møtt, tað var ordiliga stuttligt:) Vit dansa aftur komandi sunnukvøld kl. 19 og annars hvørt sunnukvøld líka til føstu. Ein skrá verður løgd út her á heimasíðuna heilt skjótt.

Barnadansur 2015 - 2016

Barnadansurin hjá okkum byrjar sunnukvøldið tann 18. oktober kl. 19, øll eru vælkomin.

Barnadansistevnan 2014

Leygardagin 22. februar var barnadansistevnan hildin á Giljanesi, Vága Dansifelag og Sláið Ring skipaðu fyri. Luttakaratalið lá um 400, børn og vaksin. Úr Tøkum Lætt vóru vit uml. 45.Dansað varð frá 10.30 til 11.45, tá summi fóru útferðir og onnur at eta. Vágabørn løgdu fyri, og síðani komu feløgini hvørt eftir annað. Vit kvóðu helvtina av Harra Pætur og Elinborg og Eg átti mær eina húgvu. Seinni kvóðu vit Bjerget og ymiskt annað,Millum tey, ið skipaðu, vóru fleiri ung. Og tað lá sera væl fyri, dansilagið, kvøðingin, rútman og kropsburðurin boðaðu frá góðum.

Barnadansurin - Barnadansistevnan

 Barnadansistevnan verður á Giljanesi leygardagin 22. februar kl. 10.00. Tey børn og vaksin, sum koma við, skulu tekna seg hjá Tøkum Lætt – Anna Jóanesardóttir, tlf. 312278, hetta so vit vita hvussu nógv koma við bussinum og hvussu nógv koyra sjálvi. Eisini fyri at fyrireikararnir skulu vit hvussu nógvir luttakarar verða. Sunnukvøldið 9. februar teknaðu fleiri seg, og møguleiki verður aftur komandi sunnukvøld hin 16, sum eisini verður seinasta dansikvøld í vetur, og tí verður eisini gjørt nakað meira burturúr en vanligt.

Kunning um barnadansistevnuna 2014

Barnadansistevnan verður 22. februar í skúlanum á Giljanesi. Stevnan byrjar klokkan 10.00 og endar kl. 15.00.  Dansað verður í fimleikarhølllini og etið verður í ítróttarhøllini.

Subscribe to RSS - Barnadansur