Submitted by Jóna Maria on Tue, 28/01/2025 - 14:13
Bussurin koyrir kl. 17.50 frá rennibreytini
Sum formaðurin greiddi frá síðsta dansikvøld, so eru nógv ymisk tiltøk hjá okkum fyri framman! Vit fara at bíða eitt sindur við øllum teimum til næstu viku, nú fara vit bara at tosa um Eiðistúrin:)
Submitted by Jóna Maria on Sat, 25/01/2025 - 13:46
Barnadansistevnan er um heilt stutta tíð, longi tann 22. februar! Vit mugu beinanvegin fara at venja tað, sum vit ætla at kvøða. Stevnan verður á Tvøroyri í ár:)
Submitted by Jóna Maria on Thu, 23/01/2025 - 00:10
Submitted by Jóna Maria on Wed, 22/01/2025 - 21:55
Góðu tit, vit fara enn einaferð at biðja tykkum senda okkum teldupostadressu tykkara. Tað er ongantíð ordiliga eydnast fyrr, men nú fara vit av álvara at gera nakað við tað, tí tá verður bæði lættari og smidligari at samskifta.
Submitted by Jóna Maria on Wed, 22/01/2025 - 12:57
Submitted by Jóna Maria on Sat, 18/01/2025 - 12:30
Síðsta sunnukvøld var sera góður dansur, rímiliga nógv fólk møttu bæði í vaksna og barnadansin, hóast ringa veðrið.
Submitted by Jóna Maria on Sat, 18/01/2025 - 12:16
Barnadansurin byrjaði aftur síðsta sunnukvøld. Nógv børn møttu og tey hugnaðu seg óført:) Poppcornmaðurin var og vitjaði, og hann kemur aftur nú sunnukvøldið:)
Submitted by Jóna Maria on Tue, 07/01/2025 - 15:58
Submitted by Jóna Maria on Sat, 04/01/2025 - 11:17
BARNADANSURIN Í TØKUM LÆTT BYRJAR AFTUR SUNNUKVØLDIÐ TANN 12. JANUAR KL. 18.30
Í samband við 13. kvølds dansin í Sjónleikarahúsinum í kvøld verður ongin dansur í Skansastovu í morgin tann 5. januar.
Submitted by Jóna Maria on Fri, 03/01/2025 - 00:09
Nú nærkast okkara 13. kvølds dansur og fyrireikingarnar eru nógvar. Leygardagin 4. januar kl. 14 møtast vit í Sjónleikarahúsinum, tá hava vit brúk fyri bæði kvinnum og monnum at smyrja breyð og seta borð upp. Um vit eru líka nógv sum onnur ár, so plaga vit at orna alt uppá umleið ein tíma.
Pages