Latið inn hevur Jóna Maria hin Sun, 26/10/2025 - 13:33
BARNADANSUR Í TØKUM LÆTT VERÐUR SUNNUDAGIN 26. OKTOBER KL. 18,30
Latið inn hevur Jóna Maria hin Frí, 17/10/2025 - 21:07
Tann 25. oktober fáa vit vitjan av Dansifelagnum í Havn. Byrjað verður við borðhaldi og dansað verður aftaná. Neyðugt er at tekna seg, tiltakið kostar 100 kr. Við at flyta 100 kr á kto 9181 4482370 í Betri er man tilmeldaður. Tiltakið byrjar kl. 19
Latið inn hevur Jóna Maria hin Mik, 15/10/2025 - 10:43
BARNADANSURIN Í TØKUM LÆTT BYRJAR SUNNUDAGIN 19. OKTOBER KL. 18.30. ØLL ERU HJARTALIGA VÆKOMIN, BÆÐI UNG OG GOMUL:)
Latið inn hevur Jóna Maria hin Mán, 13/10/2025 - 19:49
Latið inn hevur Jóna Maria hin Sun, 12/10/2025 - 13:46
Hey tit, fyrsta "ordiliga" dansikvøld hjá okkum er í kvøld, kl 19.30. Óli fer at taka nøkur ørindi av Grettis kvæðnum, Andreas kvøður Grindavísuna og so er Mallebro við á skránni í kvøld eisini. Skráin er annars liðug gjørd til árið út, men har manglar okkurt til komandi ár, so tað má bíða eitt sindur at leggja út á netið. Vit rokna við fáa alt uppá pláss komandi viku.
Latið inn hevur Jóna Maria hin Mik, 08/10/2025 - 16:07
Nú kvøldini gerast myrk og long fer føroyski dansurin aftur í sving.
Felagið Tøkum Lætt bjóðar øllum áhugaðum at vera við.
Miðað verður ímóti at hava skránna so fjøltáttaða sum møguligt við styttri vísum og tættum aftrat teimum longu kvæðunum.
Latið inn hevur Jóna Maria hin Hós, 02/10/2025 - 09:56
Leygarkvøldið 4. okt. er dansinátt í Kvívík, sum byrjar kl. 21,30. Í samband við dansin bjóðar Tøkum lætt sínum limun turran fisk, spik (ella smør:) og epli kl. 19 í Skansastovu. Sjálvandi fáa vit eisini okkurt at drekka afturvið:) Bussurin koyrir frá Skansastovu kl. 21. Neyðugt er at tekna seg sum skjótast her á limasíðuni ella ringið ella smsa á tlf 214242, 515152, 506151
Latið inn hevur Jóna Maria hin Týs, 09/09/2025 - 21:49
Aðalfundur okkara verður sunnukvøldið tann 28. september kl. 20 í Skansastova. Skrá sambart lógum felagsins. Dansað verður aftaná.
Nevndin
Latið inn hevur Jóna Maria hin Mik, 27/08/2025 - 14:14
Fríggjakvøldið 29. august kl. 17 traðka vit upp í Skansastovu fyri turistum úr Tailandi. Tað skuldi tikið ein lítlan tíma, og so hugsaðu vit at hava eitt lítið hugnakvøld aftaná, har felagið bjóðar breyð og gott pálegg. Har verður sangur og harmonikuspæl til, og man ikki farið verður upp á gólv eisini:)
Latið inn hevur Jóna Maria hin Týs, 26/08/2025 - 21:49
Av tí at for fá hava tekna seg til Suðuroyartúrin, hava vit veri noydd at avlýsa hann. Tað er sjálvandi nokkso keðiligt, hetta eru vit ikki von við í Tøkum lætt! Vit rokna tó við, at ein av grundunum man vera, at fólk eru ivasom um avloysaraskipið fyri Smyril.
Í staðin fyri hava vit hugsað at fara ein túr við bussi onkran leygardag, tá veðrið er gott. Men tað mugu vit koma aftur til seinni.
Síður