SJÓNVARPSUPPTØKURNAR Í SJÓNLEIKARAHÚSINUM 24. MAI
Nú nærkast til sjónvarpsupptøkur, og vit fara at venja nú sunnukvøldið tann 11 mai. kl. 20.
Vit fáa nú brúk fyri øllum góðum kreftum, so Tøkum lætt vísur hvat dugur er í okkum:)
Sum Gunnar Restorff hevur skrivað til okkum, er als ikki neyðugt at duga kvæðini
perfekt, tað er eisini sera umráðandi, at kvøða niðurlagið í einum so longum kvæði og at vera við í dansinum! So vónandi kemur ein stórur hópur av Tøkum lættarum at stuðla okkum. Upptøkurnar byrja kl. 11:00 stundisliga, og væntað verður, at tær eru lidnar uml. 18:40. Tað er neyvan realistiskt hjá nøkrum at kvøða næstan 5 tímar meiri ella minni út í eitt, so tí er eisini neyðugt at fólk fáa sær ein steðg av og á. Men gott hevði verið, um fólk royna at vera við 2-3 tímar gjøgnum dagin, og velja sær kvæði/vísur eftir, hvat tey duga, og nær teimum tørvar ein steðg. Møguleiki verður at halda steðg í Auluni í Finsen (fyrrverandi Kommunuskúlanum), og har verður kaffi, the, kaka v.m. at fáa. Eisini verður eitt ábit mitt á degnum og um kvøldið verður felags ábit í Sjónleikarahúsinum. Tað er ikki ávíst krav til klæði. Føroysk klæði er altíð gott, men onnur, pen "sunnudagsklæði" eru eisini í lagi. Tó mugu klæðini hjá tí einstaka ikki skilja seg ov nógv burturúr heildini; t.v.s. ikki skríggjandi litir, neon løriftskógvar o.s.fr. Eisini er eitt annað atlit í sjónvarpi, og tað er, at tað ikki eru alt ov mynstrut ella sprøklut klæði; t.d. svart-hvít stríput klæði við tøttum strikum kunnu skapa moiré/flimmur á skerminum. Tí eru pen, nokkso einlitt klæði í eitt sindur dempaðum litum væl egnað – og einir penir skógvar. Sláið Ring heitir á feløgini at kanna, hvussu nógv kunnu væntast úr teirra felagi til hvørt av kvæðunum. Harumframt vilja tey fegin hava at vita, hvussu nógv fara at eta ábit um dagin og hvussu nógv luttaka í nátturðanum. Allur maturin er ókeypis, men havi leysan pening við til drykkivørur. Sovorðnir upptøkudagar plaga at vera sera hugnaligur har øll dansifeløg hittast, og sum sagt, verður hugnakvøld aftaná upptøkurnar.
- Rita inn ella skráset teg til at gera viðmerkingar