REKLAMUFILMUR
Latið inn hevur Jóna Maria hin Týs, 06/05/2025 - 19:28
MBM fer undir at selja eina nýggja vøru úr mjólkaúrdrátti. Í hesum sambandi skal ein reklamufilmur gerast um hesa vøruna.
Tøkum Lætt er spurt, um vit vilja vera við í hesum reklamufilmi.
Longu nú, mikukvøldið 7. mai, skulu upptøkurnar gerast, og tí verður dansað í Skansastovu í annaðkvøld klokkan 20:00. (7. mai)
Øll, ið hava hug, kunnu koma við til dansin og upptøkurnar. Vit vita ikki, hvussu nógv verður kvøðið, men talan verður bert um løtt og kend kvæði.
Dansað verður í vanligum klæðum.
"Konan gav honum mjólk at drekka,
pott úr stampi tekur;
lokkar, flugur og húsvætti
so tjúkt í stampi rekur."
(Leirvíkspáll)
- Rita inn ella skráset teg til at gera viðmerkingar