Ger kvetti, keyp Føroya Kvæði fyri einans kr 1000,-

Tags: 

Komandi dansikvøld 24/11-2013

 Komandi sunnukvøld tann 24. november er dansikvøld í Tøkum Lætt. Hetta verður eitt serligt kvøld, tí vit hava boðið dansifelag Kaggans at koma at dansa saman við okkum. Vit hava altið havt eitt serstakliga gott samarbeiði við Dansifelag Kaggans og lagt dansiskráina hvør eftir øðrum, eisini nógv tí, at vit hava fleiri felags limir. Men nú hendi so tað, at okkara dansukvøld  komu at verða sama kvøld, og tí hildu vit tað vera upplagt, at vit dansa saman hetta kvøldið.

Tags: 
Mynd: Óli A. Reinert á Geilini

Ein góð Ársveitsla og 20 ára føðingardagur.

Fyrsta nevndin í Tøkum Lætt 

 

Ársveitslan 2013 varð sum mong undanfarin ár hildin í kappróðrarneystinum á Argjum. Tøkum Lætt var júst vorðið 20 ár, so veitslan var eisini ein 20 ára føðingardagur. Limir úr Klaksvíkar dansifelag, Eysturoyar dansifelag og av Látrinum á Eiði vóru við sum gestir í veitsluni. Harumframt vóru borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen og Hjørdis, og hin fyrsta nevndin í Tøkum Lætt eisini við. Somuleiðis var eisini nevndin í Sláið Ring við sum gestir. Tilsamans mundu vera eini 200 fólk í Veitsluni.

Tags: 

Hvøllur var lúðurin

Tað rennur ein á fyri handan garð,

í ánni er erji og síl –

Tøkum Lætt 20 ára føðingardagshald tann 9. nov. 2013

Nú nærkar tíðin seg til okkara ársveitslu, sum í ár samstundis er okkara 20 ára føðingardagurJ  

Tags: 

Fótatraðk 25 ára føðingardagsveitsla

 

Tags: 

Fyrsta dansikvøldi hjá Tøkum Lætt veturin 2013/2014

Nú hevur fyrsta dansi kvøld hjá Tøkum Lætt verið,eitt frálíkt kvøld. Byrjað varð við barnadansinum kl 19, fyrst vóru barnarímur kvøddar. Síðan var ein søga søgd, hesu ferð kvæðið um Harra Pætur og Elinborg  við tí fyri eygað at børnini í Tøkum Lætt fara at læra seg hetta í vetur.Seinni byrjaði vaksnamannadansurin, fleiri nýggj andlit vóru at síggja og tað er at fegnast um.Byrja varð við løttum kendum kvæðum og aftaná steðgin, sum vanligt er, við einum drekkamunni og góðum heimabakaðum afturvið, skipaði Helga Hermansen Kjartan Ólavsson, eitt sera gott og ríkt kvøld!

Tags: 

Limabræv 2013

Tórshavn 14. 10. 2013

Góðu limir

Sum lýst í bløðunum var aðalfundur okkara tann 6. oktober í Skansastovu.

Andreas stóð fyri vali og varð afturvaldur. Nevndin er sostatt tann sama, við Andreasi sum formanni, Randi kassameistara og Jónu skrivara.

Men ein broyting var í eykanevndini, har kom Helena inn í staðin fyri Kirsten, sum bar seg undan. Hini í eykanevndini eru Gunnvør og Óli.

Og í veitslunevnduni halda Helga, Poula og Elsy fram, men Ásvør bar seg undan, fyri hana kom Sunneva.

Tags: 

Dansur sunnukvøldið 20. oktober

Nú kvøldini gerast myrk og long fer føroyski dansurin aftur í sving.

Vit í Tøkum Lætt bjóða øllum áhugaðum at vera við.

Tags: 

Dansur á Boðanesheiminum

Fyristøðukvinnan á Boðanesheiminum hevur heitt á okkum at koma at dansa føroyskan dans saman vid teimum mikukvøldið tann 9. okt kl.19. Hon helt fyri, at mikukvøld er onki sjónvarp, og búfólkini gleddu seg sera nógv til at síggja okkum og at luttaka í dansinum.  Kvøðið verður stuttar og lættar vísur. Vit eru spent, at sleppa at síggja tad nýggja og stásiliga heimið.  Tit, sum hava hug at luttaka, vinaliga svarið sms´inum. Vit møtast á heiminum kl. 19

Tags: 

Síður

Subscribe to Tøkum Lætt RSS