Komandi dansikvøld 24/11-2013
Komandi sunnukvøld tann 24. november er dansikvøld í Tøkum Lætt. Hetta verður eitt serligt kvøld, tí vit hava boðið dansifelag Kaggans at koma at dansa saman við okkum. Vit hava altið havt eitt serstakliga gott samarbeiði við Dansifelag Kaggans og lagt dansiskráina hvør eftir øðrum, eisini nógv tí, at vit hava fleiri felags limir. Men nú hendi so tað, at okkara dansukvøld komu at verða sama kvøld, og tí hildu vit tað vera upplagt, at vit dansa saman hetta kvøldið. Ætlanin er at koma ígjøgnum báðar skráirnar, so nú fáa tit møguleika at lesa eitt sindur uppáJ
Skráin hjá Dansifelag Kaggans:
Stærke Tidrik - Spanialand og Myklegaard - Nýggja brúðarvísan (Brúðarvísuuppskot A - Gevið ljóð og lýðið á) – Bøhmerlandsdronningen
Skráin hjá Tøkum Lætt:
Vilmunds kvæði 26 – 50 - Jøkils kvæði - Bøhmerlandsdronningen