Tøkum Lætt 20 ára føðingardagshald tann 9. nov. 2013

Nú nærkar tíðin seg til okkara ársveitslu, sum í ár samstundis er okkara 20 ára føðingardagurJ  Vit ætla at gera eitt sindur eyka burturúr í ár og hava boðið fýra øðrum dansifeløgum við. Hesi eru Klaksvíkar dansifelag, Eysturoyar dansifelag, Dansifelagið á Látrinum og Dansifelagið Fótatraðk. Harafturat vænta vit fleiri prominentar gestir, so saman við tí dansuglaða hópinum í Tøkum Lætt verður hetta uttan iva eitt ógloymandi kvøld. Sum kunnugt fara vit at kvøða "Kjartan Ólavsson", og Eysturoyar dansifelag hevur boðað frá, at tey ætla at taka "Jeg ser så mangt et orlogsskib".  Vit hava sostatt enn nakrar dagar at hyggja tað ígjøgnum:)

Vit skulu minna fólk á, at freistin at tekna seg til veitsluna er við at vera úti. So vælsignaðu, tit sum ikki eru komin so langt enn, men sum ætla tykkum við, sigið okkum frá, ella teknað tykkum við at gjalda 180 kr inn á  konto 9181 445.127.0 í Eik.

Tags: