Veitslu-og sangkvøld leygarkvøldið 15. mars

Nú leygarkvøldið 15. mars fara vit í Tøkum Lætt og dansifelag Kaggans aftur at møtast til upptøku til songfløguna, sum flest tykkara sikkurt kenna nakað til. Hetta er jú triðju ferð vit hittast til sama endamál, so væntanti røkka vit á mál hesu ferð.Hetta verður eitt ordiliga gott veitslukvøld við døgurða og øllum góðum afturvið – so vónandi møtur ein hópur av songglaðum fólkum upp. Kostnaðurin er 120kr, skal gjaldast á konto 9181 4482370. Og ballið byrjar tíðliga, kl. 18.

Tags: 

Seinasta dansikvøld áðrenn føstuna - Tekningarlistin til sangkvøldið liggur frammi

 Sunnukvøldið 2 mars verður seinasta dansikvøld okkara áðrenn føstuna. Barnadansurin endaði við einum braki leygardagin, tá landsdansistevnan fyri børnum varð hildin á Giljanesi. Nú skulu vit so venja okkum til eitt meira avslappað lív eina tíð.

Tags: 

Barnadansistevnan 2014

Leygardagin 22. februar var barnadansistevnan hildin á Giljanesi, Vága Dansifelag og Sláið Ring skipaðu fyri. Luttakaratalið lá um 400, børn og vaksin. Úr Tøkum Lætt vóru vit uml. 45.Dansað varð frá 10.30 til 11.45, tá summi fóru útferðir og onnur at eta. Vágabørn løgdu fyri, og síðani komu feløgini hvørt eftir annað. Vit kvóðu helvtina av Harra Pætur og Elinborg og Eg átti mær eina húgvu. Seinni kvóðu vit Bjerget og ymiskt annað,Millum tey, ið skipaðu, vóru fleiri ung. Og tað lá sera væl fyri, dansilagið, kvøðingin, rútman og kropsburðurin boðaðu frá góðum.

Barnadansistevnan 2014

 

Tags: 

Barnadansurin - Barnadansistevnan

 Barnadansistevnan verður á Giljanesi leygardagin 22. februar kl. 10.00. Tey børn og vaksin, sum koma við, skulu tekna seg hjá Tøkum Lætt – Anna Jóanesardóttir, tlf. 312278, hetta so vit vita hvussu nógv koma við bussinum og hvussu nógv koyra sjálvi. Eisini fyri at fyrireikararnir skulu vit hvussu nógvir luttakarar verða. Sunnukvøldið 9. februar teknaðu fleiri seg, og møguleiki verður aftur komandi sunnukvøld hin 16, sum eisini verður seinasta dansikvøld í vetur, og tí verður eisini gjørt nakað meira burturúr en vanligt.

Kunning um barnadansistevnuna 2014

Barnadansistevnan verður 22. februar í skúlanum á Giljanesi. Stevnan byrjar klokkan 10.00 og endar kl. 15.00.  Dansað verður í fimleikarhølllini og etið verður í ítróttarhøllini.

Komandi dansikvøld í Tøkum Lætt

Hey tit, vit dansa nú sunnukvøldið tann 2. februar kl. 20, sum vant er barnadansur ein tíma áðrenn, kl. 19. Øll eru hjartaliga vælkomin. Tekningarlistin til Eiðistúrin, sum er leygarkvøldið tann 8. februar,  liggur frammi...

Tags: 

Hugnakvøld á Boðanesheiminum

Mikukvøldið 29. januar vitjaði eitt mannsterkt lið úr dansifelagnum Tøkum Lætt nýggja stásiliga ellisheimið, Boðanesheimið, í Havn og undirhelt búfólkið við vísum, kvæðum dansi, og eisini vóru søgur sagdar. Ikki var neyðugt hjá nøkrum at ivast í, at búfólkini hugnaðu sær og livdu við í dansinum og kvæðunum. Jú víst livnaðu tey rættuliga upp, og nøkur teirra hættaðu sær framm á gólv og upp í ringin og dansaðu og kvóðu við, tað tey orkaðu, summi við góðum styrki frá teimum framúr fittu starvsfólkunum.

Tags: 

Ð

eitt Ð ov nógv

Tags: 

Føðingardagurin hjá Sláið Ring

Tags: 

Síður

Subscribe to Tøkum Lætt RSS