Latið inn hevur Jóna Maria hin Týs, 20/05/2014 - 16:48
Hey tit, nú nærkast kvæðacruisin til Íslands. Vit gleða okkum og vóna at veðrið verður til vildar. Sum tað sær út nú, so verður fínasta veður.
Latið inn hevur Jóna Maria hin Týs, 20/05/2014 - 16:35
Latið inn hevur Jóna Maria hin Týs, 20/05/2014 - 16:19

Fleiri hava spurt um útferðir.
Týsdagin 27. verður útferð til Neskaupstað frá kl. 10:30 til 17:00. Kostnaðurin er kr. 195,-.
Mikudagin 28. verður skipað fyri gongutúri á Seyðisfirði við frásøgufólki, kostnaður kr. 85,-.
Tilmelding er við at venda sær til Smyril Line 34 59 00.
Latið inn hevur Jóna Maria hin Sun, 27/04/2014 - 12:35
Sunnukvøldið 27 apríl er okkara síðsta dansikvøld eftir skránni (man veit aldrin hvat kann hendaJ
Latið inn hevur Jóna Maria hin Hós, 17/04/2014 - 20:57
Nú er føstan skjótt liðug, (hvar er hon farin--?) og vit fara í gongd við dansin aftur. Sum vant verður dansur 2. páskakvøld í Skansastovu, byrjað verður kl. 22. Vit gleða okkum at síggja tykkum aftur:) Øll eru hjartaliga vælkomin!
Latið inn hevur Jóna Maria hin Týs, 11/03/2014 - 15:50
Nú leygarkvøldið 15. mars fara vit í Tøkum Lætt og dansifelag Kaggans aftur at møtast til upptøku til songfløguna, sum flest tykkara sikkurt kenna nakað til. Hetta er jú triðju ferð vit hittast til sama endamál, so væntanti røkka vit á mál hesu ferð.Hetta verður eitt ordiliga gott veitslukvøld við døgurða og øllum góðum afturvið – so vónandi møtur ein hópur av songglaðum fólkum upp. Kostnaðurin er 120kr, skal gjaldast á konto 9181 4482370. Og ballið byrjar tíðliga, kl. 18.
Latið inn hevur Jóna Maria hin Ley, 01/03/2014 - 16:42
Sunnukvøldið 2 mars verður seinasta dansikvøld okkara áðrenn føstuna. Barnadansurin endaði við einum braki leygardagin, tá landsdansistevnan fyri børnum varð hildin á Giljanesi. Nú skulu vit so venja okkum til eitt meira avslappað lív eina tíð.
Latið inn hevur Jóna Maria hin Ley, 01/02/2014 - 15:39
Hey tit, vit dansa nú sunnukvøldið tann 2. februar kl. 20, sum vant er barnadansur ein tíma áðrenn, kl. 19. Øll eru hjartaliga vælkomin. Tekningarlistin til Eiðistúrin, sum er leygarkvøldið tann 8. februar, liggur frammi...
Latið inn hevur Jóna Maria hin Ley, 04/01/2014 - 19:58
Allarseinasti møguleiki at tekna seg til 35 ára føðingardagsveitsluna hjá Sláið Ring er nú sunnukvøldið 5. januar tá dansur verður í Tøkum Lætt. Tekningarlistin liggur frammi.
Latið inn hevur Jóna Maria hin Hós, 19/12/2013 - 13:57
Síður