Nevndin

Boð frá nevndindi og onnur kunning.

Limabræv 2017

Ársaðalfundur okkara varð hildin í Skansastovu tann 8. oktober, nakað minni av fólki enn vanligt var møtt.
Andreas stóð fyri vali og var afturvaldar. Nevndin er sostatt tann sama, við Andreasi sum formanni, Randi kassameistara og Jónu skrivara.

Tags: 

Filmupptøka í Skansastovu leygarkvøldið 22. juli

Tags: 

Barnlek 2017, enn einaferð

Vit hava fingið bræv frá Klaksvík við áheitan um hjálp til Barnlek 2017:

Hey góðu dansifeløg.

Tags: 

Barnlek 2017 - sjálvboðin arbeiðsmegi

Fundur verður í hølunum hjá Effo á Óðinshædd 3 í Havn, leygardagin, 20. mai, kl. 12. Fundurin er lagdur soleiðis, at øll kunnu koma aftur og fram sama dag, óansæð hvar í landinum, tit búgva. Hesin fundur verður ein kunnandi fundur, har vit koma at útgreina allar uppgávur, ið hjálparfólkini koma at taka sær av, meðan Barnlek er. Hetta er m.a. vaktarhald, reingerð, køkshjálp og servering.

Tags: 

Nógv tiltøk í februar

Tags: 

Nýggjur bólkur í Tøkum Lætt

Seinasta sunnukvøld varð ein nýggjur bólkur stovnaður í Tøkum Lætt. Lýst varð frammanundan við dansi fyri byrjarar, har øll við áhuga fyri føroyskum dansi kundu møta.
Tað møttu fleiri upp, og tey vóru fegin um hetta tiltakið. Farið varð upp á gólv, og vit kvóðu nakrar vísur.
Tags: 

Sjónvarpsupptøkur í Reinsarínum leygardagin 21. januar

 Aftur í ár fer Kringvarpið at gera sjónvarpsupptøkur av føroyskum dansi í Reinsarínum. Tøkum Lætt hevur verið við báðar tær fyrru ferðirnar, og tað var ikki meiningin, at vit skuldu verða við hesu ferð. Men so mangt kann henda, og tað hendi eisini hesu ferð!

Tags: 

FØROYSKUR DANSUR Í SJÓNLEIKARAHÚSINUM

Aftur í ár skipar Tøkum lætt fyri tí vælumtókta 13. kvølds dansi, sum í ár verður leygarkvøldið tann 7. januar. Sum vant dansa vit í Sjónleikarahúsinum, byrjað verður kl. 22. Smurt breyð,

Tags: 

Føroyskur dansur í Reinsarínum 2. jólakvøld

Fyrr var 2. jólakvøld hæddarpunktið hjá tí føroyska dansinum bæði í bygd og í bý. Tá var tað soleiðis, at nakrar bygdir vóru jólabygdir og aðrar vóru nýggjársbygdir, og fólk vitjaðu hvønn annan hesi høgtíðskvøld. Vegir og tunlar vóru ongir tá, so fólk løgdu nógv fyri. Tey gingu yvir

Tags: 

Limabræv 2016

Ársaðalfundur okkara varð hildin í Skansastovu tann 9. oktobur og væl av fólki var møtt.
Randi og Jóna stóðu fyri vali og vóru afturvaldar. Nevndin er sostatt tann sama, við Andreasi sum formanni, Randi kassameistara og Jónu skrivara.
Í eykanevndini var ein broyting. Helena bar seg undan, og í hennara stað kom Malan Hilmarsdóttir.

Tags: 

Síður

Subscribe to RSS - Nevndin