Latið inn hevur Jóna Maria hin Mán, 26/10/2015 - 21:26
Sum tit vita, vóru vit í Kvívík aftaná føstuna og dansaðu saman við Norðstreymoyar dansifelag og Vága dansifelag. Vit í Tøkum Lætt og hini bæði dansifeløgini hava í eina tíð tosað um, at tað hevði verið stuttligt og mennandi fyri allar partar at dansa saman av og á. Fyrsta royndin var so í Kvívík, og tað eydnaðist avbera væl, fólk vóru sera glað um tiltakið. Nú hevur Vága dansifelag bjóðað okkum og norðstreymoyingum vestur at dansa leygarkvøldið tann 31. oktober.
Latið inn hevur Jóna Maria hin Mán, 05/10/2015 - 10:38
Nú kvøldini gerast myrk og long fer føroyski dansurin aftur í sving. Vit í Tøkum Lætt bjóða øllum áhugaðum at vera við. Miðja verður eftir at hava skránna so fjøltáttaða sum møguligt við styttri vísum og tættum aftrat teimum longu kvæðunum. Tiltakið er sostatt bæði fyri roynd og óroynd. Aðalfundur var í Tøkum Lætt sunnukvøldið 4. oktober og nógv fólk var møtt upp til fundin. Okkara fyrsta dansikvøld verður nú sunnukvøldið tann 11. okt. kl.
Latið inn hevur Jóna Maria hin Mik, 03/06/2015 - 19:54
Í samband við Norðoyarstevnuna og tiltakið hjá Sláið Ring um Kópakonuna ætla vit í Tøkum Lætt at fara til hetta tiltakið, sum verður fríggjadagin 5, juni. Vit hava matpakka við og hugna okkum eina løtu áðrenn tiltakið byrjar.
Latið inn hevur Jóna Maria hin Mik, 15/04/2015 - 15:58
Dansikvøld saman við Norðstreymoyingum og Vága dansifelag í Kvívík
Latið inn hevur Jóna Maria hin Sun, 12/04/2015 - 12:11
2. Páskakvøld byrjaðu vit aftur at dansa sum vit plaga, hesa ferð var tað tó á Reinsarínum. Tað riggaði væl, hampiliga nógv af fólki og góður dansur.
Latið inn hevur Jóna Maria hin Ley, 31/01/2015 - 12:36
Vit dansa í Skansastovu nú sunnukvøldið 1. februar. Skráin hjá okkum er blivin eitt sindur órógvað vegna sjónvarpsupptøkurnar. Vit ætla fyrst at taka tað, sum stendur á skránni fyri kvøldið, men fara eisini at royna at taka afturí tað, sum ikki er blivið kvøðið hesar seinastu vikurnar.
Latið inn hevur Jóna Maria hin Ley, 31/01/2015 - 12:15
Barnadansistevnan verður komandi leygardag 7. februar í Leirvík. Bussarnir koyra frá Skansastovu kl. 8. 45, stevnan byrjar kl. 10. Barnadansur verður nú sunnukvøldið 1. februar kl. 19, tá fáa tit meira at vita. Av tí at dansistevnan er 7. februar, er skráin hjá barnadansinum broytt eitt sindur. Síðsta dansikvøld, sum skuldi vera 15. februar verður í staðin fyri 8. februar. Vit ætla at gera eitt sindur burturúr, fólk fáa pizza og annað gott:)
Latið inn hevur Jóna Maria hin Týs, 23/12/2014 - 16:18
Vit dansa sum vant 2. jólakvøld í Skansastovu. Vit hava onkuntíð roynt at byrjad kl. 21, men tað vísir seg, at fólk koma ikki fyrr enn seinni allíkavæl. Tí fara vit aftur til tað vanliga hjá okkum, sum er kl. 22. Tað liggur so væl fyri í ár, tí 2.
Latið inn hevur Jóna Maria hin Hós, 11/12/2014 - 13:52
Sjónvarpið fer at gera upptøkur av føroyskum dansi tann 24. januar 2015. Tøkum Lætt og Dansifelag Kaggans hava avgjørt at dansa og kvøða saman til hesar upptøkurnar.
Latið inn hevur Jóna Maria hin Mán, 24/11/2014 - 21:13
Sum vit greiddu frá síðsta dansikvøld, kemur dansifelag Kaggans at dansa saman við okkum komandi sunnukvøld tann 30 november. Tað er altíð spennandi at fáa vitjan av øðrum dansifelagi, og dansifelag Kaggans og Tøkum Lætt hava altíð havt eitt sera gott samstarv.
Síður