Latið inn hevur Jóna Maria hin Ley, 07/11/2026 - 14:02
BARNADANSUR Í SKANSASTOVU SUNNKUKVØLDIÐ 8. NOV. KL. 18,30
Latið inn hevur Jóna Maria hin Ley, 07/11/2026 - 13:56
VIT DANSA Í SKANSASTOVU
nú sunnukvøldið 8. november kl. 19,30. Á skránni er: Vilmundskvæði 1 - 38, Einar Suðuroyingur og Huldugentan, og so sjálvandi haraftrat alt annað, sum fólk kunnu hugsa sær:)
Tekningarlistin til dansinátt á Eiði liggur frammi.
Latið inn hevur Jóna Maria hin Týs, 27/10/2026 - 22:58
Latið inn hevur Jóna Maria hin Týs, 27/10/2026 - 22:56
Latið inn hevur Jóna Maria hin Týs, 27/10/2026 - 22:53
Í gjárkvøldið vóru vit í Miðvági og dansaðu saman við Vága Dansifelag. Hetta var í Beitishúsinum, ið var barnaheimið hjá Mikkjali á Ryggi. Mikkjal hevur yrkt fleiri kvæði, men eisini sálmar og sangir. Uttan fyri Beitishúsini stendur standmynd av Mikkjali, og í heystarlotinum í gjárkvøldið gekk eg stillisliga fram við henni, meðan tankarnir leitaðu aftur til kvæði og sangir, ið hann hevur yrkt.
Latið inn hevur Jóna Maria hin Týs, 27/10/2026 - 22:50
Latið inn hevur Jóna Maria hin Týs, 27/10/2026 - 22:48
Vága dansifelag hevur bjóðað okkum at dansa saman við teimum sunnukvølidð 18. oktober. Tað hava vit sagt jatakk til, og bussur koyrir frá Skansastovu aftaná barnadansin í annað kvøld. Hetta verður eitt vanligt dansikvøld, tvs, tað verður ikki seint:)
Latið inn hevur Jóna Maria hin Mán, 19/10/2026 - 22:40
Nú kvøldini gerast myrk og long fer føroyski dansurin aftur í sving.Felagið Tøkum Lætt bjóðar øllum áhugaðum at vera við.Miðað verður ímóti at hava skránna so fjøltáttaða sum møguligt við styttri vísum og tættum aftrat teimum longu kvæðunum.
Latið inn hevur Jóna Maria hin Mán, 19/10/2026 - 22:36
Enn eru vit ikki heilt liðug við skránna í ár. Men her er skráin til komandi sunnukvøld 25. oktober:
Latið inn hevur Jóna Maria hin Mán, 12/10/2026 - 14:34
Hevur tú eitt barn ella ommu/abbabarn, sum elskar at syngja, spæla og røra seg? So er barnadansur júst tað rætta!
Vit bjóða øllum børnum og teirra vaksnu til ein deiligan og stuttligan tíma við føroyskum dansi og kvæðum.
Síður