Latið inn hevur Rasmus Joensen hin Hós, 09/01/2014 - 20:19
Latið inn hevur Óli A. Reinert ... hin Mán, 06/01/2014 - 18:58
Latið inn hevur Jóna Maria hin Ley, 04/01/2014 - 19:58
Allarseinasti møguleiki at tekna seg til 35 ára føðingardagsveitsluna hjá Sláið Ring er nú sunnukvøldið 5. januar tá dansur verður í Tøkum Lætt. Tekningarlistin liggur frammi.
Latið inn hevur Jóna Maria hin Hós, 19/12/2013 - 13:57
Latið inn hevur Jóna Maria hin Hós, 19/12/2013 - 11:13

Í mai 2014 verður aftur Kvæðacruise á skránni. Ferðin, Kvæðacruise, kom í lag gjøgnum samstarv millum Sláið Ring og Smyril Line. Tiltakið hevur verið einaferð áður, og eydnaðist tað so mikið væl, at tað við tað sama var avgjørt, at hetta skuldi verða eitt afturvendandi tiltak.
Latið inn hevur Jóna Maria hin Hós, 19/12/2013 - 11:08
Latið inn hevur Jóna Maria hin Mán, 18/11/2013 - 22:10
Komandi sunnukvøld tann 24. november er dansikvøld í Tøkum Lætt. Hetta verður eitt serligt kvøld, tí vit hava boðið dansifelag Kaggans at koma at dansa saman við okkum. Vit hava altið havt eitt serstakliga gott samarbeiði við Dansifelag Kaggans og lagt dansiskráina hvør eftir øðrum, eisini nógv tí, at vit hava fleiri felags limir. Men nú hendi so tað, at okkara dansukvøld komu at verða sama kvøld, og tí hildu vit tað vera upplagt, at vit dansa saman hetta kvøldið.
Latið inn hevur Óli A. Reinert ... hin Mán, 18/11/2013 - 18:45
Fyrsta nevndin í Tøkum Lætt
Ársveitslan 2013 varð sum mong undanfarin ár hildin í kappróðrarneystinum á Argjum. Tøkum Lætt var júst vorðið 20 ár, so veitslan var eisini ein 20 ára føðingardagur. Limir úr Klaksvíkar dansifelag, Eysturoyar dansifelag og av Látrinum á Eiði vóru við sum gestir í veitsluni. Harumframt vóru borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen og Hjørdis, og hin fyrsta nevndin í Tøkum Lætt eisini við. Somuleiðis var eisini nevndin í Sláið Ring við sum gestir. Tilsamans mundu vera eini 200 fólk í Veitsluni.
Latið inn hevur Jóna Maria hin Frí, 15/11/2013 - 20:24
Tað rennur ein á fyri handan garð,
í ánni er erji og síl –
Latið inn hevur Jóna Maria hin Hós, 31/10/2013 - 12:24
Nú nærkar tíðin seg til okkara ársveitslu, sum í ár samstundis er okkara 20 ára føðingardagurJ
Síður