Óli á Geilini skrivaði tann 19. oktober
Latið inn hevur Jóna Maria hin Týs, 27/10/2026 - 22:53
Í gjárkvøldið vóru vit í Miðvági og dansaðu saman við Vága Dansifelag. Hetta var í Beitishúsinum, ið var barnaheimið hjá Mikkjali á Ryggi. Mikkjal hevur yrkt fleiri kvæði, men eisini sálmar og sangir. Uttan fyri Beitishúsini stendur standmynd av Mikkjali, og í heystarlotinum í gjárkvøldið gekk eg stillisliga fram við henni, meðan tankarnir leitaðu aftur til kvæði og sangir, ið hann hevur yrkt. Tað er ein ríkur mentanararvur, ið hann hevur lagt eftir seg, og loyvi eg mær tí at luta við tykkum nakrar tankar, ið eg fyri nøkrum árum síðani skrivaði um Mikkjal, eftir at eg hevði verið við standmyndina av honum. Tá tók eg eisini nakrar myndir, og vil eg við hesum takka Vága Dansifelag og tykkum øllum fyri dansin í gjárkvøldið