DANSIBYRJAN Í TØKUM LÆTT!

Hey tit. Aðalfundur var sunnudagin 11. okt, og okkara fyrsta dansikvøld verður 18. okt. Men byrjað verður eitt sindur annarleiðis enn vanligt. Vit eru boðin at dansa í Beitinum saman við Vága dansifelag hetta sama sunnukvøldið, tvs.18. okt. Bussur koyrir frá Tøkum lætt aftaná barnadansin kl. 19,30. Neyðugt er, at tit tekna tykkum her, so vit vita, hvussu nógv koma við í bussinum. Um tit koyra sjálvi, hevði verið gott, at eisini tit boða frá her. Hetta verður eitt vanligt dansikvøld, also tað verður ikki seint:)
 

 

Tags: