Barnadansur og kvæðasøgur í Tøkum lætt – Kom og dansa við!
Hevur tú eitt barn ella ommu/abbabarn, sum elskar at syngja, spæla og røra seg? So er barnadansur júst tað rætta!
Vit bjóða øllum børnum og teirra vaksnu til ein deiligan og stuttligan tíma við føroyskum dansi og kvæðum.
Á skrá hesa ferð: Sigmunds kvæði yngra!⚔️
Hetta kvøldið fara vit at kvøða um spennandi søguna hjá Sigmundi Brestissyni. Í steðginum, har børnini fáa okkurt gott at eta og drekka, fara vit at hoyra hesa stuttligu og bergtakandi søguna, so øll fáa eina góða fatan av innihaldinum í kvæðinum.
Hvat hendir í barnadansinum?
- Dansur og spæl: Vit læra tær gomlu vísurnar.
- Góður steðgur: Í miðjuni taka vit ein steðg, har børnini fáa okkurt gott.
- Kvæðasøga: Ein spennandi søga, sum lýsir kvæðið, vit dansa.
Nær: Sunnukvøld kl. 18:30 (tiltakið varar í 1 tíma)
Hvar: Hjá Dansifelagnum Tøkum lætt, Skansastova, Djóni í Geilsgøta 1
Prísur: Ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin – bæði roynd og óroynd!
Takið endiliga familjuna við. Vit gleða okkum at síggja tykkum til ein hugnaligan tíma í dansiringinum!
- Rita inn ella skráset teg til at gera viðmerkingar