ÚTFERÐ TIL GJÁAR TANN 19. SEPTEMBER
Latið inn hevur Jóna Maria hin Mán, 07/09/2026 - 22:03
Hey tit! Um nóg nógv tekna seg fara vit útferð til Gjáar leygardagin tann 19. september. Túrurin byrjar við bussi úr Havn inn á Skálafjørðin, har vit vitja nøkur kend og áhugaverd støð. So gongur leiðin til Gjáar, har vit hava bílagt døgurða í bygdahúsinum. Vit fáa 3 rættir, forrætt, høvuðsrætt og dessert, kostnaðurin er 390 kr. Drykkivørur eru ikki við í prísinum, men til ber at hava okkurt við sjálvur.
Felagið ber kostnaðin av túrinum annars. Ætlanin er at lýsa við almennum føroyskum dansi aftaná døgurðan.
Tilmeldingin er her á limasíðuni, og gjald fyri døgurðan á kto. 9181 4482370 í Betri. Av tí, at vit hava bílagt buss og døgurða, er neyðugt at seta freist til innmeldingina. Freistin er 10. september.
- Rita inn ella skráset teg til at gera viðmerkingar