LANDSDANSISTEVNAN FYRI BØRN
Latið inn hevur Jóna Maria hin Týs, 07/04/2026 - 11:10
Landsdansistevnan fyri børn er tann 18. apríl í Havn. Í tí sambandi verður barnadansur komandi sunnukvøld kl. 18,30 í Skansastovu. Vit fara at venja kvæði, sum vit ætla at kvøða til stevnuna, tað er Risin og Kellingin, sum Bergljót av Skarði hevur yrkt. Enn er tíð at tekna seg, tekningarlistin liggur frammi.
- Rita inn ella skráset teg til at gera viðmerkingar