DANS EFTIR PÁSKIR

Hey tit, nú eru vit komin nokkso langt inn í føstuna, páskirnar eru um ca. 3 vikur, og 2. páskadagur er 6. apríl. Ætlanin er at hava okkurt dansikvøld eftir páskir, har er ongin føst skrá gjørd. Men Jegvan hevur kvøðið Kjartan Ólavsson, og vit kundu hugsað okkum at repetera tað. Joen hevur lagt Finn hin Fríða út her á limasíðuna, bæði tekst og upptøku, hann vil gjarna kvøða hann. Og To herrer monne skrive liggur eisini her, eisini bæði tekst og upptøka, tað havi eg hug at kvøða aftur.

Tags: