Límabræv 2025
Góðu limir
Ársaðalfundur okkara varð hildin í Skansastovu tann 28. september og hampuligt av fólki møtti upp til fundin.
Í nevndini var eingin broyting: Andreas, Jóna og Annleyg halda áfram. Eykanevndin , sum er Roar og Hildur og Bergar, og veitslunevndin, sum er Elsy, Lona og Poula blivu einini tær somu.
Grannskoðararnir eru Roar Olsen og Bjarni Rasmussen. Og umboð okkara í Sláið Ring er Andreas og eyka umboð er Annleyg.
Limagjaldið er tað sama, t.e. 200 kr. fyri støk og 300 kr. fyri pør.
Vinaliga flytið limagjaldið á konto: 9181 445.127.0 í Betri
Á aðalfundinum bleiv tosað um, at tíverri gloyma alt ov nógv fólk at gjalda limagjald, hetta kann eisini henda fyri aktivar dansarar. Tí halda vit í nevndini, at eitt gott hugskot hevði verið at fólk leggja tað inn sum fast gjald í bankan. Tað er sjálvsagt keðiligt at ringja til fólk fyri at rykkja. Vit koma nokk at strika limir, sum ikki hava goldið limagjald í meira enn 2 ár. Hetta eru vit ikki glað fyri at gera, og øll eru altíð hjartaliga vælkomin aftur.
Barnadansurin gekk ikki serliga væl í fjør! Tað vóru ov fá børn sum møttu upp, og har eru ov fáir av okkara limum, sum hjálpa til. Vit høvdu ynskt, at ommur og abbar komu í dans við børnum, tað hevði gjørt allan munin, tí sum tit vita, so eru børnini framtíðin fyri at bjarga tann føroyska dansin.
Upptraðkingar hava verið nógvar, og tað hevur gingið rímiliga væl at skaffa fólk. Men tað hevði verið gleðiligt, um fleiri komu við í hesum upptraðkingum. Øll kunnu luttaka, nú vit ikki longur brúka dansispøl, men bara vanligan føroyskan dans.
Dansiárið gekk gott í fjør, vit dansaðu næstan hvørt sunnukvøld. Av tí sama hava vit avgjørt at dansa hvørt sunnukvøld í ár, kl. 19,30 aftaná barnadansin.
Vit luttóku í trimum góðum tiltøkum, tað fyrsta var dansibyrjanin seinast í september í Kvívík, nýggjársdansurin í Dali, og ikki at gloyma kyndilsmessudansurin á Eiði, sera góð kvøld!
Vit vóru eisini boðin í 70 ára føðingardag hjá Klaksvíkar dansifelag, ein sera góð veitsla.
Nakað av okkara fólki luttóku í Nordlek í Arendal í Norra í juli mánaða. Ein sera góður túrur.
Sjálvi hava vit staðið fyri 13. kvølds dansinum í Sjónleikarahúsinum, 2.jólakvølds dansinum og føstulávintsdansinum, í Reinsarínum.
Nú dansurin er byrjaður aftur hava vit eitt tiltak leygarkvøldið 25. oktober, har vit hava bjóðað Dansifelagnum í Havn til hugnakvøld við borðhaldi.
Og Tøkum lætt er bjóðað í ársveitslu hjá Leikum Fagurt á Sandi 8. november, tað koma vit nærri inn á seinni.
Nú vit tosa um veitslur og tiltøk, hevði tað verið ynskiligt at fólk teknaðu seg stundisliga, tá vit nú boða tykkum frá bæði við sms og á heimasíðu. Tað er nokkso ringt at fyriskipa, tá man ikki veit fyrr enn í síðstu løtu, hvussu nógv koma við.
Sum tit síggja á skránni, hava vit sett eitt kvøld av til at kvøða long kvæðir, tað verður ætlandi 24. januar. Vit fara at boða øðrum dansifeløgum frá, og vónandi hava tey hug at luttaka. Vit vilja fegin halda lív í teimum longru kvæðunum.
Vit hava eina heimasíðu www.tokumlatt.fo og eina limasíðu í FB, har vit royna at fáa lagt allar upplýsingar og kunningar út. Um ikki ber til at koma inn á síðuna, boðað so okkum frá.
Minnist til, um tit broyta tlf nummar, at siga okkum frá, so vit fáa rætta tað á tlf ketuni..
Hjálagt er nýggja skráin hjá Tøkum Lætt.
Við hesum ynskja vit tykkum øllum ein góðan dansivetur.
Nevndin í Tøkum Lætt