NÚ BYRJAR DANSURIN AFTUR!

Hey tit, fyrsta "ordiliga" dansikvøld hjá okkum er í kvøld, kl 19.30. Óli fer at taka nøkur ørindi av Grettis kvæðnum, Andreas kvøður Grindavísuna og so er Mallebro við á skránni í kvøld eisini. Skráin er annars liðug gjørd til árið út, men har manglar okkurt til komandi ár, so tað má bíða eitt sindur at leggja út á netið. Vit rokna við fáa alt uppá pláss komandi viku. Men vit taka skránna fram til jólar við okkum í kvøld, so tit kunnu síggja hana.
Vit síggjast í kvøld:)
Tags: