Limabræv 2023

Góðu limir

Ársaðalfundur okkara varð hildin í Skansastovu  tann 29. oktober og væl av fólki  møtti upp til fundin

Andreas stóð fyri vali og var afturvaldur. Nevndin er sostatt Andreas, Jóna og Ólavur.

Í eykanevndini var ein broyting,  Elin Maria fór frá  og inn kom Annleyg. Í eykanevndini eru Einar Martin, Bergar og Annleyg.

Grannskoðararnir eru teir somu, Roar Olsen og Bjarni Rasmussen. 

Umboð okkara í Sláið Ring er Andreas og eyka umboð er Ólavur.

Í veitslunevndini varð eisini broyting, Sunneva bar seg undan og fyri hana kom Annika. Í veislunevnduni eru :  Elsy, Annika, Poula og Lona.

Limagjaldið er tað sama, t.e. 200 kr. fyri støk og 300 kr. fyri pør.
Vinaliga flytið limagjaldið á konto: 9181  445.127.0 í Betri og viðmerkiðtykkara navn.
Nevndin hevur avgjørt, at vit senda ikki brøv út í ár, so kunning um limagjald og annað er at finna her á FB limasíðu og á okkara heimasíðu www.tokumlatt.fo

12. november høvdu vit eitt hugnakvøld í staðin fyri ársveitslu, sum vit annars eru von at hava umhesa tíðina.

Og 12. desember høvdu vit eitt jólahugnahugnakvøld, tað var sum altíð væleydnað og stak hugnaligt! Hetta var samstundils okkara síðsta dansikvøld áðrenn jól. 
Sum tit síggja á skránni, so verður hugnakvøld aftur í ár, tað verður tann 11. desember. 

2. jólakvøld var almennur dansur í Reinsarínum og 1. januar vóru fólk út Tøkum lætt í nýggjársdansi í Dali. Hesi kvøldini vóru bæði góð.

7. januar var okkara 13. kvølds dansur, nógv fólk, við nógvum góðum dansi.  hevði ein pausaverið í 2 ár vegna Corona, so fólk vóru sera glað, at tað var tikið uppaftur.

3. februar var dansur í Haraldsundi, Klaksvíkar dansifelag bjóðaði náttura áðrenn dansin, eitt sera hugnaligt kvøld.

4. februar var afturvendandi Kyndilsmessudansir á Eiði, sum altíð samlar nógv fólk, og sum øll eruglað fyri.

10. februar vóru vit bjóðaði inn til Eysturoyar dansifelag til blíðskapskvøld, sum tey kalla tað. Eittgott dansikvøld, eysturoyingar vóru blíðir.

Føstulávints fríggjakvøld høvdu vit almennan dans í Reinsarínum. Har var nógv fólk komið saman, spurnarkappingin í kringvarpinum endaði og vinnararnir vóru heiðraðir!

22. apríl skipaði Eysturoyar dansifelag fyri landsdansistevnu fyri børnum, stuttligt var at síggjahvussu ivrig børnuni vóru, og hvussu væl tey dugdu.

Vikskiftið apríl  mai fóru vit ein túr til Suðuroyar, vit vóru nøkur og 30 fólk. Vit vóru útferðir í sunnaru helvt og leygarkvøldið dansaður vit í Jómsborg saman við suðuroyingum. Ein ótrúligagóður túrur, sum vit ætla at endurtaka.

Upptraðkingar hava verið nógvar. T hevur ikki altíð verið so lætt at skaffa fólk, so øll, sum havahug og eiga føroysk klæðir eru sera vælkomin at koma við, sigið okkum endiliga frá:)

Barnadansurin gekk gott í fjør. Vit hava ikki verið so væl mannaði, men Turið Sigurðardóttir ogAndreas hava gjørt eitt stórt arbeiði ígjøgum nógv ár, tað eru vit takksom fyri.  Vónandi halda teyáfram í nógv ár aftrat:) Men  hava vit fingið ein ungan mann, Einar Martin, sum eisini dugursera væl, so  sær betur út. 

Við hesum ynskja vit tykkum øllum ein góðan dansivetur.

Nevndin í Tøkum Lætt

Tags: