VIT DANSA Í SKANSASTOVU SUNNUKVØLDIÐ 20. JANUAR

Hey tit, nú er longu sunnudagur aftur, og vit dansa sum vanligt kl. 19,30.
Seinasta sunnukvøld var nógvur kavi, sera kalt og hált, og tað var so sum so við uppmøtingini! Men eitt hugnaligt og gott kvøld kortini:) Men nú sær út til at vit hava fingið vanligt føroyskt veður aftur, tá er gott og hugnaligt inni í Skansastovu:)
Á skrá er seinna helvt av Trøllabana, Sverra ríma og Rudisar vísa.
Og so vóru 2 kvæðir á skrá síðstu viku, Grimmer går på gulvet og Huldugentan, sum ikki blivu kvøðin vegna veður og forfall. Væntandi verða tey kvøðin í morgin. Men har er altíð gott pláss til onnur kvæðir eisini:)
Tekningarlistar til Sjúrða kvæði og dansináttina á Eiði og til landsdansistrevnuna fyri børn liggja frammi.

Tags: