KOMANDI LEYGARKVØLD VERÐUR MIKKJALSMESSUDANSUR Í KVÍVÍK

Hvørt ár byrjar dansiveturin í Kvívík, hetta er nakað, sum vit øll gleða okkum til. Tøkum lætt hevur altíð koyrt við bussi norður, men tað síðstu tíðina hevur tað víst seg, at nógv fólk koyra í egnum bili, og tí hava ofta verið heilt fá fólk í bussinum. Tað er heilt í ordan, at fólk koyra sjálvi, men tað er eitt sindur býtt at fara norður við einum (næstan) tómum bussi. Tí fara vit at biðja fólk, sum ætla sær við bussinum, at siga frá her. So kunnu vit fáa ein meira passandi buss, sum svarar til talið av fólki.
Tags: