FØROYSKUR DANSUR Í SKANSASTOVU SUNNUKVØLDIÐ 16. JANUAR KL. 20

Nú er soo langt síðani vit dansaðu síðst, og vit eru farin at longjast eftir at koma í sving aftur! Løgmaður var í útvarpinum og segði gott fyri at 100 fólk kunnu samlast, so vit hava avgjørt, at dansað verður sunnukvøldið tann 16. Januar kl. 20.
Fyri at øll kunnu føla seg tryggan, hava vit hugsað, at fólk kunnu taka eina quicktest, áðrenn tey koma. Sjálvt tey, sum ikki eri vaccineraði kunnu verða við, um tey gera tað:)
Vit fara sjálvandi eisini at fylgja almennu tilmælunum hjá Pál Weihe, sum vit gjørdu í fjør. Vit gleða okkum ordiliga nógv, at síggja tykkum aftur:)
Viðv. kvøðing fara vit at taka úr skránni sovorði, sum ikki bleiv kvøðið, t.d. De røvere tolv og Grimmer går på gulvet. Annars er orðið frítt.
Tags: