Trettanda kvølds dansur í Sjónleikarahúsinum

Óli A. Reinert á Geilini's picture

Trettanda kvøld jóla - 6. januar 2018 - skipar Tøkum Lætt fyri dansi í Sjónleikarahúsinum. Hetta er afturvendandi tiltak, sum nú hevur verið í nógv ár. Tá leita fólk úr øllum landinum sær til Havnar at dansa, eins og kóparnir vóru vanir at gera trettandu nátt á helluni í Mikladali.

Dansurin byrjar klokkan 10 um kvøldið, og tá tað líður eitt sindur út á náttina, kunnu fólk faa ein drekkamunn við breyði og viðskera afturvið.

 

Hesin dansurin er vanliga væl umtóktur millum fólk, og nú hávetur er, kann tað verða hugnaligt at hitta vinir og kenningar í góðum dansilag, meðan kvæðini dynja undir lofti og bitum.

Barnadansurin hjá Tøkum lætt byrjar aftur 7. januar kl. 18,30 í Skansastovu.

 

Tags: