Vit vitja Eysturoyar Dansifelag

Sum tit vita, fara Tøkum Lætt og Eysturoyar Dansifelag at kvøða Gøtuskeggjar saman á Landsdansistevnuni í Klaksvík tann 21. mai. Hesi tvey dansifeløgini hava tí planlagt at kvøða saman og venja kvæðið 2 kvøld, tann 24. apríl og tann 8. mai.  Komandi sunnukvøld tann 24. apríl fara vit so við bussi inn í Eysturoynna at dansa saman við teimum. Hetta verður sum eitt vanligt dansikvøld hjá okkum, har vit fara at kvøða Gøtuskeggjar, sjálvsagt. Men pláss verður eisini fyri nógvum øðrum, so hetta verður uttan iva eitt gott dansikvøld. Bussurin koyrir frá Skansastovu kl. 18.30, so vit vera aftur í Havn til rímiliga tíð.                                                              Vit dansa nú sunnukvøldið 17. apríl og tekningarlistar til Eysturoyartúrin og til Landsdansistevnuna liggja frammi. Gott í tykkum, tekna tykkum nóg skjótt:)                  Kostnaðurin fyri Landsdansistevnuna er 300 kr, til ber eisini at flyta peningin á konto 9181 4482370. Freistin at melda til  er 1. mai , viðmerkið tykkara navn.                                                                                                                       

Tags: