Dansikvøld í Vágunum

Sum tit vita, vóru vit í Kvívík aftaná føstuna og dansaðu saman við Norðstreymoyar dansifelag og Vága dansifelag. Vit í Tøkum Lætt og hini bæði dansifeløgini hava í eina tíð tosað um, at tað hevði verið stuttligt og mennandi fyri allar partar at dansa saman av og á. Fyrsta royndin var so í Kvívík, og tað eydnaðist avbera væl, fólk vóru sera glað um tiltakið. Nú hevur Vága dansifelag bjóðað okkum og norðstreymoyingum vestur at dansa leygarkvøldið tann 31. oktober. Vit vænta, at tað verður minst líka stuttligur túrur, sum tann til Kvíkíkar, so vit gleða okkum:) Tiltakið byrjar kl. 20, tey siga har vesturi, at tey ætla ikki, tað skal vera for seint.  Bussurin koyrur frá  Skansastovu leygarkvøldið kl. 19.  Tíverri er hetta eitt sindur knapt við tíð, og grundin til tað er ein misskiljing um datoina. So neyðugt er, at tit siga frá skjótast gjørligt, um tit koma við. Tað er umráðandi fyri okkum, at fáa eitt tal av luttakarum, so vit vita, hvussu stóran buss vit skulu seta inn. Alt er ókeypis. Ringi ella sendi sms til 214242-515152-221921

 

Tags: