Dansikvøld saman við Norðstreymoyingum og Vága dansifelag í Kvívík

Dansikvøld saman við Norðstreymoyingum og Vága dansifelag í Kvívík

http://tokumlatt.fo/sites/default/files/styles/large/public/IMG_1702.JPG?itok=BSjCH1wHTøkum Lætt og hesi bæði dansifeløgini hava ígjøgnum veturin tosað saman um, at tað hevði  verið hugaligt at komi saman eitt leygarkvøld at dansa. Nú er so avgjørt, at komandi leygardagur 18. apríl verður dagurin.  Vit halda, ein sovoðin túrur er sera spennandi. Vónandi halda tit tað sama, tí um hetta riggar væl og undirtøkan er góð, er ætlanin at hava fleiri slík tiltøk í framtíðini. Okkurt verður til matna útá kvøldið. Sum vant setur Tøkum lætt buss til, vit koyra frá Skansastovu kl . 20.30. Tiltakið er ókeypis, men gott hevði verið at vita nøkunlunda hvussu nógv koma við, bæði vegna  mati og bussi. Ringið ella sendið sms til onkran í nevndini: tlf.221921 – 515152 - 214242           

 

Tags: