Dansifelag Kaggans vitjar Tøkum Lætt sunnukvøldið

Sum vit greiddu frá síðsta dansikvøld, kemur dansifelag Kaggans at dansa saman við okkum komandi sunnukvøld tann 30 november. Tað er altíð spennandi at fáa vitjan av øðrum dansifelagi, og dansifelag Kaggans og Tøkum Lætt hava altíð havt eitt sera gott samstarv. Vónandi møta okkara limir fjølmentJ  Skráin fyri kvøldið sær soleiðis út:

 

Óli:                        Vilmunds kvæði  26 - 50

 

Roar:                     Regin Smiður  100 - 130

 

?                           Hørpuríma

 

Bjarni:                   Dvørgamoy 1

 

Herluf:                   Stærke Tidrik

 

Regin:                   Nýggja brúðarvísan – Agape og Eros

 

Vónandi koma vit ígjøgnum tað mestaJ

 

Tags: