Limabræv 2014

Tórshavn 11. 10. 2014

Góðu limir

Ársaðalfundur okkara varð hildin í Skansastovu  tann 3. oktober og væl av fólki var møtt.

Randi og Jóna stóðu fyri vali og vóru afturvaldar. Nevndin er sostatt tann sama, við Andreasi sum formanni, Randi kassameistara og Jónu skrivara.

Eykanevnd, veitslunevnd, grannskoðarar og umboð okkara í Sláið Ring blivu eisini øll afturvald.

Limagjaldið bleiv tað sama, t.e. 200 kr. fyri støk og 300 kr. fyri pør. Flytast á konto: 445.127.0 í Eik

Aðalfundur hevur verið í Sláið Ring, og Rasmus greiddi nakað frá tí fundinum. T.d.  tosaði hann um Nordlek, sum verður komandi summar í Viborg. Sum tit vita, er Nordlek 3. hvørt ár, og plagdi at vera væl vitjað av føroyingum. Tit kunnu fara á teirra heimasíðu: www.nordlek2015.dk

Andreas tosaði um okkara barnadans og um hvussu týdnigarmikil hann er fyri framtíðar føroyska dansin. Hann heitti á fólk um at hjálpa til, tí tað eru ofta tey somu fólkini sum stríðast har. So um onkur hevur hug at hjálpa, eru tit vælkomin. Tað styrkir nógv um dansin, tá vaksin fólk eru við.

Har vóru ikki nógv kvæðaynskir, fólk helt, at tað var nóg mikið at repetera alt, sum vit longu hava lært. Og har er sera nógv tilfar at taka burturav! Skráin kann kanska virka eitt sindur tung fyri limir, sum ikki hava dansað so longi. Men hetta er alt kvæðir, sum vit hava haft fyrr, summi av teimum fleiri ferðir. Og tað er sjálvandi ikki tvungið at lesa uppá øll kvæðini, man velur sær tað, sum man hevur bestan hug til. Restin skal nokk koma eftirhondini.

Tann 22. november verður ársveitsla okkara í Róðrarneystinum á Argjum. Vit hava boðið Leikum Fagurt og Stígum Fast, báðum dansifeløgunum á Sandoynni. Harafturat hava vit eisini boðið skúvoyingum. Sum tit vita, vóru vit ein ógloymandi túr í Skúvoy í summar. Vit gleða okkum at síggja tey aftur. 

Veitslan byrjar kl. 19.00, farið verður til borðs kl. 19.30, stundisliga.  Kostnaðurin er 190 kr og kann flytast á konto: 445.127.0 í Eik 

Tað kemur fyri, at vit vilja senda greiðari boð, enn tað ber til í sms, og tí ætla vit í næstum at gera eina mailskipan. Vit fara tí at biðja tey av tykkum, sum hava og brúka teldupost, senda okkum tykkara teldupost adr. til jimenez@olivant.fo  Vit fara tó eisini at brúka sms framyvir. 

Sum tit vita, hava vit eina heimasíðu, sum vit royna at leggja tilfar á so hvørt. Tit eru vælkomin at skriva ella viðmerkja á hana, á tann hátt kemur eisini meira lív í, adr: www.tokumlatt.fo

Næsta dansikvøld okkara verður sunnukvøldið tann 19. oktober, barnadansurin byrjar kl. 19 og vit vaksnu kl. 20. Tekningarlistin til veitsluna liggur frammi. 

Hjálagt er nýggja skráin hjá Tøkum Lætt. 

Skráin fyllir umleið helvtina av kvøldinum. Fyrsta kvæðið er altíð beint aftan á kaffisteðgin. 

Annars eru fólk altíð vælkomin at skipa onnur kvæði

Við hesum ynskja vit tykkum øllum ein góðan dansivetur.

Nevndin í Tøkum Lætt

Tags: