Seinasta dansikvøld áðren føstu

Sum eg skrivaði her fyri nøkrum døgum síðani, er sera nógv á skránni fyri tíðina. Tað, sum er eftir enn, er dansurin í Reinsarínum leygarkvøldið 18. februar. Og so ynskja fólk eisini at fáa seinasta dansikvøld í Tøkum lætt við! Tað vilja vit eisini gjarna, so vit dansa í Skansastovu sunnukvøldið 19. februar kl. 19.30.
Vit fara m.a. at tosa um ein túr til Suðuroynna, tað hava vit hugsað um eina tíð. Planurin er, at sleppa at dansa saman við suðuroyingum, har eru ymiskir møguleikar, sum vit hava tosað við tey um.
Síggjast til seinasta dansikvøld áðrenn føstu:)
Tags: