Trettandakvølds dansur í Sjónleikarahúsinum

Mynd: Óli A. Reinert á Geilini

FØROYSKUR DANSUR Í SJÓNLEIKARAHÚSINUM

 

Leygarkvøldið tann 7. januar kl. 21.30 skipar Tøkum lætt fyri vælumtókta 13. kvølds dansinum í Sjónleikarahúsinum. Hetta er eitt tiltak, sum altíð hevur verið sera væl vitjað. Fólk koma alla staðni frá, bæði frá bygd og bý og dansurin hevur gingið stak væl.

 

Fyri 28 árum síðani vildu vit í Tøkum lætt gera eina roynd at fáa lív í hetta gamla dansikvøldið aftur, og tað vísti seg at vera nakað, sum fólk hava verið sera glað fyri og tikið undir við. Tey fyrstu árini var tiltakið í neystinum hjá Havnar Róðrarfelag. Seinni varð flutt út í Róðrarneystið á Argjum, men tey síðstu nógvu árini hevur 13. kvølds dansur verið í Sjónleikarahúsinum, og soleiðis verður eisini í ár.

 

13. kvølds dansur hevur verið á hvørjum ári øll hesu árini, men sum øll vita, kom Corona og órógvaði alt, tí hevur verið steðgur seinastu 2 árini, So nú gleða vit okkum at koma í gongd aftur.

Kostnaðurin er 100 kr, íroknað er smurt breyð við føroyskum viðskera, kaffi og te.

 

Byrjað verður kl. 21.30, øll eru vælkomin. 

 

13. kvøld jóla er eisini stundin, tá kóparnir leita upp á land fyri at leika og spæla á helluni fram við sjóvarmálanum. So verður sagt í fornum søgum, at hesa nátt kasta kóparnir hamin fyri at dansa og spæla sum mannabørnini fram við strondini. Teir líkjast tá fólki.

 

Tiltikin er søgan um kópakonuna í Mikladali, sum leitaði sær upp á helluna fyri at skemta sær við dansi og spæli saman við ørðum kópum hesa dimmu vetrarnátt. Tá dagurin brast í eystri kundi hon ikki finna hamin, tí bóndin á Sunnanágarði hevði tikið hann og fjalt hann fyri henni. Hon var tí noydd at fylgja bóndanum heim, og strevaðist hon har á garðinum í Mikladali í mong ár við miklari sút.

 

Eina slíka nátt stevna eisini føroyingar saman í dans fyri at hitta vinir og kenningar í frálíkum dansilag. Kvæði og vísur um fornar kappar dynja undir lofti, og tað kennist sum fyllist rúmið við hildarleiki og lúðraljóði. Súsið frá svørði Sjúrða fer sum ein hvirluvindur gjøgnum rúmið, tá hann klývur ormin á Glitrarheiði sundur í tógva lutir. 

 

Eisini flúgva skarpir pílar um stokkar og skipaborð, tá Einar Tambarskelvir spennir bogan á tamb og letur ørvarnar fúka av strongi við miklari megi, so menn mega falla fyri hvøssum ørvaroddum. Men øgiligt kendist eisini dundrið, tá strongurin brast á stálinum stinna.

 

Tróndur gamli, hin rami gandakallurin úr Gøtu, situr í skýmligu roykstovuni hjá Torgrími Illa

við rúnarkelvinum í hond og manar fram úr myrkrinum teir tríggjar, Einar, Tóra og Sigmund, 

og tað er sum um drývur sjógvur um alt gólvið, tá Tórur leggur armarnar niður á træverkið, 

meðan eldurin logar á eldstaðnum – tá ræður um, ikki at hava kálvahjarta.

 

Trumman av trøllum kann stundum hoyrast uppi millum fjalla eina slíka nátt, tí á veturnætum stevna eisini risar, gívrar og aðrir trøllaskortar saman í veitslu fyri at hittast í 

vetrarmyrkrinum.

 

Ja, mangar eru søgurnar. Trøll og grimir risar, gívrar og onnur trøllkvendi eru partur av tí 

sagnaskatti, ið vaknar til lívs eina slíka dansinátt.

 

Øll eru tí vælkomin í dans at hitta vinir og kenningar og njóta eina hugnaliga samveru saman við øðrum dansifólki.

Tags: