Limabræv 2021

Tórshavn 11. 10. 2021

Góðu limir

Ársaðalfundur okkara varð hildin í Skansastovu  tann 3. oktober og hampiliga nógv fólk  møtti upp til fundin.

Andreas stóð fyri vali og var afturvaldur. Nevndin er sostatt tann sama, við Andreasi sum formanni, Randi kassameistara og Jónu skrivara.

Eykanevndin er tann sama sum í fjør, Óli, Ólavur og Einar Martin.

Grannskoðararnir eru eisini teir somu, Roar Olsen og Bjarni Rasmussen. 

Umboð okkara í Sláið Ring er Andreas og eyka umboð er Ólavur.

Í veitslunevndini varð ein broyting, Helga bar seg undan, og í hennara stað kom Lona. Sostatt eitur veitslunevndin nú:  Elsy, Sunneva, Poula og Lona.

Limagjaldið er tað sama, t.e. 200 kr. fyri støk og 300 kr. fyri pør.  
Vinaliga flytið limagjaldið á konto: 9181  445.127.0 í Betri
Síðsti dansivetur var merktur av Corona, øll tiltøk við øðrum dansifeløgum vóru avlýst. 
Hóast Corona møttust vit næstan hvørt dansikvøld, okkurt fór burturímillum. Fyri tað mesta vóru vit millum 30 og 40 fólk, nokkso nógv tey somu fólkini. Dansað varð í ein stóran ring, sum um jólatræðið:)
Tá nú øll tiltøk saman við øðrum dansifeløgum vóru avlýst, vildu vit fegin hugna um okkara limir í staðin fyri, og tað gjørdu vit við at hava tvey hugnakvøld. Tað fyrra var beint upp undir jól og tað seinna til føstulávint. Tey riggaði bæði stak væl.
Aftaná føstuna høvdu vit fleiri góð danskvøld, har nógv fók møtti, serliga vóru tað nógv ung fólk, tað var sera stuttligt. Vónandi síggja vit nógv til tey/tykkum aftur:)

Vit vóru eina dansiferð í Nólsoy, nógv fólk vóru við, vit hugnaðu okkum óført, og dansurin gekk av besta slag!
Landsdansistevnan var í Havn í ár, tann 21. august. Borðhaldið var í Dansifrøi og dansað varð í Sjónleikarahúsinum.aftaná. 
Upptraðkingar hava verið nógvar í ár. Tær vóru næstan sum vanligt, munurin var bara, at vit ikki tóku gestirnar uppí síðsta dansin, sum vit annars plagdu at gera.
Á aðalfundinum tosaði Andreas um okkara barnadans og um hvussu týdnigarmikil hann er fyri framtíðar føroyska dansin. Hann heitti á fólk um at hjálpa til, tí tað eru ofta tey somu fólkini sum stríðast har. Um fólk kundu tekna seg til at komi okkurt kvøldi, um tað so var 2 ferðir um árið,  hevði tað gjørt stóran mun. Vit hava gjørt eitt skema, har fólk kunnu tekna seg til onkur kvøld gjøgnum veturin.
Vit hava upprættað ein nýggjan Facebook-bólk, sum einans er fyri limir í dansifelagnum Tøkum Lætt, hann eitur Tøkum lætt limir. Ætlanin er at minka um sms-skipanina og í staðin brúka henda bólkin til kunning.

Her eru øll vælkomin at leggja okkurt út, ella fáa eitt gott dansiprát, sum bara limir í Tøkum Lætt hava atgongd til.

Vit vóna at allir limir fáa gleði av hesum bólki. Vit fara at heita á allar limir í Tøkum lætt at biðja um atgongd til hendan bólkin. 
Sum tit vita, so hava vit eisini eina heimasíðu www.tokumlatt.fo. Ætlanin er, at allar upplýsingar og kunningar skulu leggjast út har. Tað fer Óli á Geilini at taka sær av.

Hjálagt er nýggja skráin hjá Tøkum Lætt. Skráin fyllir umleið helvtina av kvøldinum. Fyrsta kvæðið er altíð beint aftan á kaffisteðgin. Annars eru fólk altíð vælkomin at skipa tað, tey hava hug til.

Næsta dansikvøld okkara verður sunnukvøldið tann 17. oktober. kl.19.30 
Barnadansurin byrjar aftaná heystferiuna tann 24. oktober kl. 18,30 

Við hesum ynskja vit tykkum øllum ein góðan dansivetur.

Nevndin í Tøkum Lætt

 

Tags: