Nú byrjar dansitíðin!

 

Nú byrjar dansitíðin aftur og sum vanligt verður byrjað við dansináttini í Kollafirði, sum í ár tó verdur í Kvívík. Væntandi verður tað leygarkvøldið tann 28. sept, og vit í Tøkum Lætt fara við bussi, sum vit plaga, saman við dansifelag Kaggans. Nærri verður kunnað um hetta seinni. Aðalfundur okkara verður sunnukvøldið tann 6. okt. kl. 20 , dansað verður aftaná, øll eru vælkomin. Regluligi dansurin byrjar sunnukvøldið tann 20. okt. kl. 20. Barnadansurin hjá okkum, sum nú er sunnukvøld kl. 19, byrjar eftir heystferiuna

Tags: