Aðalfundur í Tøkum Lætt og leiðreglur viðv. Corona

Mynd: Óli A. Reinert á Geilini
Aðalfundur verður í Tøkum Lætt sunnukvøldið 11. oktobur klokkan 20.00. Fundurin verður í Skansastovu.
Av tí, at Korona ger um seg, eru serligar leiðreglur gjørdar viðvíkjandi føroyskum dansi. Sláið Ring hevur í samráð vil Pál Weihe gjørt hesar leiðbeiningarnar.
Leiðreglurnar kunnu lesast her niðanfyri.

Leiðreglur viðv. føroyskum dansi til og við desember 2020

Hesar leiðreglur eru gjørdar av nevndini í Sláið Ring og eru fyrilagdar Pál Weihe, yvirlækna frá koronaráðgevingini. Tær eru einmælt viðtiknar á aðalfundi hjá Sláið Ring 12. september 2020. Nevndin í Sláið Ring heitir staðiliga á feløgini um at taka støðuna við koronasmittuni í størsta álvara og at øll fylgja hesum leiðreglum til fulnar.
• Eingin almennur dansur
• Tað savnast ikki fleiri enn 100 fólk
• Dansifeløg fara ikki á vitjan hjá hvørøðrum (dansifeløg, ið vanliga dansa saman, kunnu tó halda fram við tí, um øll hini fyrilitini verða aktað)
• Dansifeløg bjóða ikki øðrum feløgum í veitslu
• Frámælt verður at dansa, um aktiv lokal smitta hevur verið seinastu 14 dagarnar
• Hevur onkur sjúkutekin, so eigur viðkomandi ikki at dansa
• Hvørja ferð dansað verður, verður dagbók førd við luttakarunum – dagbókin skal sjálvandi goymast.
• Hendur verða væl sprittaðar áðrenn og aftaná at dansað verður, nokk av sprittdispensarum eiga at standa frammi
• So vítt møguligt skal man leiða tey somu fólkini – og tá tað er møguligt, so halda seg tætt at teimum, ið man annars er tætt at í tí dagliga (t.d. fólk úr sama húski)
• Fær onkur, ið hevur dansað føroyskan dans, staðfest korona, so skulu fyriskipararnir fáa boð um hetta øll støð, har viðkomandi hevur dansað seinastu 14 dagarnar undan staðfestari smittu (hetta skal sjálvandi gerast eftir samráð við landslæknan)
• Roynast skal ikki at kvøða upp í andlitið á hvør øðrum, og somuleiðis ikki bróta ring ov nógv.
• Dansast skal heldur í einum stórum rúmi enn lítlum rúmi, so nógvir rúmmetrar av luft eru, har dansað verður.
• Fólk, ið hava verið uttanlands, skulu bíða 14 dagar við at dansa føroyskan dans – hóast negativa test við komu til Føroya.
• Um dansiframførslur eru fyri ferðafólki ella øðrum, so verður staðiliga frárátt at hesi taka lut í dansinum.
Gevast skal gætur, at av tí at vit ikki kunnu halda almennu tilmælini um frástøðu er sumt strangari enn vanligu tilmælini. Tað er av størsta týdningi at hetta verður gjørt øllum greitt og at øll akta hesar reglur.
Tórshavn, 12. september 2020
Sláið Ring v/ Gunnari Restorff
Tags: