Barnlek 2017, enn einaferð

Vit hava fingið bræv frá Klaksvík við áheitan um hjálp til Barnlek 2017:

Hey góðu dansifeløg.

Nú royna vit enn einaferð at fáa fatur á hjálparfólkum til barnlek 2017.Vit heita á øll dansifeløg um at finna so nógv hjálparfólk sum yvirhøvur tilber frá hvørjum felagi. Vit hava fingið høvuðspersónar til tær ymisku uppgávurnar, og nú mangla vit bert at fáa sett navn á øll hjálparfólkini sum skulu hjálpa til. Tað skulu vera 50 til 60 hjálparfólk tá stevnudagarnir eru, men í alt eru tað ca 300 arbeiðs vaktir um hvørt hjálparfólk tekur ein heilan dag hvør. Eisini er brúk fyri hjálparfólki áðrenn og eftir stevnudagarnir.

Skulu ábyrgdarpersónarnir fáa tíð at gera eitt arbeiðsskema klárt áðrenn stevnan byrjar, skulu vit fáa tilmeldingarskjalið aftur áðrenn 15.06.2017

Vinarliga  Birna og Brynjálvur

Tags: