Nú byrjar dansiveturin aftur

Mynd: Óli A. Reinert á Geilini

Aðalfundur var í Tøkum Lætt 9. oktobur, og tey, sum stóðu fyri vali, vórðu afturvald. Nevndin í Tøkum lætt er sostatt hin sama við Andriasi sum formanni, Randi sum kassameistara og Jónu sum skrivara.

 

Fyrsta dansikvøldið eftir aðalfundin verður nú sunnukvøldið  16. oktobur. Barnadansurin byrjar klokkan 19 og vanligi dansurin klokkan 20. Ársveitslan verður 19 novembur í róðrarneystinum á Argjum, og tekningarlisti til veitsluna liggur frammi. Tey bæði feløgini, Vága dansifelag og Norðstreymoyar dansifelag, eru boðin við  í veitsluna. Vit vita ikki enn hvørji kvæði tey ætla at kvøða, men Tøkum Lætt leggur fyri við Brúsajøkli.  Tað er tí høvi hjá fólki at lesa uppá í góðari tíð.

 

Annað mangt er eisini á skránni komandi árið, men meira verður at frætta um tað seinni.

Tags: