Nevndin

Boð frá nevndindi og onnur kunning.

Dansikvøld saman við Norðstreymoyingum og Vága dansifelag í Kvívík

Dansikvøld saman við Norðstreymoyingum og Vága dansifelag í Kvívík

Tags: 

Nú byrja vit aftur at dansa eftir føstuna

2. Páskakvøld byrjaðu vit aftur at dansa sum vit plaga, hesa ferð var tað tó á Reinsarínum. Tað riggaði væl, hampiliga nógv af fólki og góður dansur.

Tags: 

Kyndilsmessudansurin á Eiði, tekningarlistin liggur frammi

Vit dansa í Skansastovu nú sunnukvøldið 1. februar. Skráin hjá okkum er blivin eitt sindur órógvað vegna sjónvarpsupptøkurnar. Vit ætla fyrst at taka tað, sum stendur á skránni fyri kvøldið, men fara eisini at royna at taka afturí tað, sum ikki er blivið kvøðið hesar seinastu vikurnar.

Tags: 

Barnadansistevnan

Barnadansistevnan verður komandi leygardag 7. februar í Leirvík. Bussarnir koyra frá Skansastovu kl.  8. 45, stevnan byrjar kl. 10.  Barnadansur verður nú sunnukvøldið 1. februar kl. 19, tá fáa tit meira at vita. Av tí at dansistevnan er 7. februar, er skráin hjá barnadansinum broytt eitt sindur. Síðsta dansikvøld, sum skuldi vera 15. februar verður í staðin fyri 8. februar. Vit ætla at gera eitt sindur burturúr,  fólk fáa pizza og annað gott:)

Tags: 

Føroyskur dansur 2. jólakvøld

Vit dansa sum vant 2. jólakvøld í Skansastovu. Vit hava onkuntíð roynt at byrjad kl. 21, men tað vísir seg, at fólk koma ikki fyrr enn seinni allíkavæl. Tí fara vit aftur til tað vanliga hjá okkum, sum er kl. 22. Tað liggur so væl fyri í ár, tí  2.

Tags: 

Vit venja til sjónvarpsupptøkur

Sjónvarpið fer at gera upptøkur av føroyskum dansi  tann 24. januar 2015. Tøkum Lætt og Dansifelag Kaggans hava avgjørt at dansa og kvøða saman til hesar upptøkurnar.

Tags: 

Dansifelag Kaggans vitjar Tøkum Lætt sunnukvøldið

Sum vit greiddu frá síðsta dansikvøld, kemur dansifelag Kaggans at dansa saman við okkum komandi sunnukvøld tann 30 november. Tað er altíð spennandi at fáa vitjan av øðrum dansifelagi, og dansifelag Kaggans og Tøkum Lætt hava altíð havt eitt sera gott samstarv.

Tags: 

Kunning um ársveitsluna

Tags: 

Limabræv 2014

Tórshavn 11. 10. 2014

Góðu limir

Ársaðalfundur okkara varð hildin í Skansastovu  tann 3. oktober og væl av fólki var møtt.

Randi og Jóna stóðu fyri vali og vóru afturvaldar. Nevndin er sostatt tann sama, við Andreasi sum formanni, Randi kassameistara og Jónu skrivara.

Eykanevnd, veitslunevnd, grannskoðarar og umboð okkara í Sláið Ring blivu eisini øll afturvald.

Limagjaldið bleiv tað sama, t.e. 200 kr. fyri støk og 300 kr. fyri pør. Flytast á konto: 445.127.0 í Eik

Tags: 

Tá vit eru komin til Skúvoynna-----

Fyrst vit eru komin, fara vit at samlast í skúlanum, har vit fáa ein lítlan drekkamunn og samstundis nakað av info um hvat hendir, meðan vit eru á Skúvoynni.

Tags: 

Síður

Subscribe to RSS - Nevndin