Greinar

Articles of interest and news.

AÐALFUNDUR Í TØKUM LÆTT

Sum vit hava lýst, verður aðalfundurin í Tøkum lætt komandi sunnukvøld tann 29. oktober kl. 20.

Tags: 

Nú kvøldini gerast myrk og long fer føroyski dansurin aftur í sving

 Nú kvøldini gerast myrk og long fer føroyski dansurin aftur í sving.

Tøkum Lætt bjóðar øllum áhugaðum at vera við.

Miðja verður eftir at hava skránna so fjøltáttaða sum møguligt við styttri vísum og tættum aftrat teimum longu kvæðunum.

Tags: 

50 ÁRA FØÐINGARDAGURIN Í NORÐSTREYMOYAR DANSIFELAG

Nú veitslan hjá teimum nærkast, fara vit at samla saman til eina felags føðingardagsgávu.
Tags: 

DANSURIN Í TØKUM LÆTT BYRJAR 15. OKTOBER

Góðu limir, vanliga plaga vit at byrja dansin fyrst í oktober, men nógv fólk eru upptikin vegna komfirmatiónir og heystferiu. Tískil hava vit avgjørt at byrja dansin eftir heystferiuna, tann 15. oktober kl 19.30. Vit kvøða Regin smið, annars er skáin frí.

Tags: 

TØKUM LÆTT BOÐIÐ Í ÁRSVEITSLU

Tøkum lætt er saman við Klaksvikar dansifelag bjóðað í ársveitslu hjá Norðstreymoyar dansifelag.
Tags: 
Mynd: Óli A. Reinert á Geilini

Grani bar gullið av heiði...

 

Tað er í umbúna at skipa fyri einum dansikvøldi, har teir tríggir høvuðstættirnir í Sjúrðarkvæðunum skulu kvøðast; talan er um Regin smið, Brynhildartátt og Høgna tátt. 

 

Tað er Sláið Ring, ið skipar fyri dansikvøldinum,  og eftir ætlan verður tað seinast í januar 2024. Tað eru sostatt smáir 5 mánaðir til dansikvøldið verður. Tað er tí høvi hjá fólki at lesa uppá hesi kvæðini og á tann hátt fyrireika seg til kvøldið. 

 

Tags: 

Dansa fyri (og við) turistum

Góðu limir, vit dansa aftur fyri turistum nú mikukvøldið 9. august á hotel Føroyum. Sum eg greiddi frá síðst, so verður bara vanligur føroyskur dansur við løttum kvæðum, so øll kunnu vera við:)
Tags: 

Dansa fyri (og við) turistum

Góðu limir, vit dansa fyri turistum nú mikukvøldið á hotel Føroyum. Meiningin var annars, at vit skuldu hava frí hesa ferð, men felagið, sum skuldi dansa fyri okkum, bleiv upptikið og fekk ikki mannað lið. Tí fara vit at heita á tykkum at stuðla okkum við dansinum. So fáa tit eisini prøva klæðini, nú Ólavssøkan er beint fyri framman:)
Tags: 

Summarsólstøða í Sandagerði útsett!

Summarsólstøða í Sandagerði útsett!
Tiltakið Summarsólstøða, sum skuldi vera í Sandagerði í kvøld, er útsett til í morgin kl. 21, tá veðrið vónandi er frægari.
Tags: 

Tøkum Lætt takkar fyri góðan blíðskap og góðan dans í Suðuroy.

Tags: 

Síður

Subscribe to RSS - Greinar